Fótbóltsprát
Pætur segði eftir dystin á Mølini sunnudagin, at eftir hansara tykki var javnleikur eitt rættvíst úrslit.
- Tað var ein javnur dystur, men tað vóru ikki nógvir málmøguleikar í dystinum, segði hann.
Ungi havnarmaðurin er komin inn á Skála úr AB saman við Bjarna Jørgensen, og hann dylur ikki fyri, at tað er fitt av muni at spæla í 1. deild í mun til 2. deild.
- Tempoið er væl hægri, og markeringarnar eru nógv tættari, og tú fært sjáldan frið til at hava bóltin, segði Pætur sunnudagin.
Sunnudagin var Pætur, sum áðurnevnt, í miðverjuni, men tað er eingin loyna, at hann trívist best á miðvøllinum.
- Ja, sjálvsagt vildi eg helst verið á miðvøllinum, men vit mangla fleiri mans í løtuni, og tí var eg í miðverjuni. Eg vil eisini nógv heldur verða har, enn sita úti á beinkinum, segði ein avgjørdur Pætur Dam Jacobsen.