Eitt ár við hørðum ágangi

- Men, hetta hevur eisini verið eitt spennandi og gott ár, har nógv góð og neyðug tøk eru tikin fyri okkara fólk og land, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur hildið nýggjár í nýggjársbygdini yvir øllum, sum Vágur verður róptur.

 

- Vit hava fantastisk fólk í bygdini, sum standa saman um at fyriskipa Føroya størsta, hugnaligasta og fjálgasta nýggjárshald. Hetta er enn eitt av teimum felags átøkum, sum eldsálir eiga heiðurin av og, sum er við til at styrkja felagsskapskensluna á staðnum og lokala samleikan.

 

Hon sigur, at nýggjárshaldið í Vági altíð er sera hugnaligt, og fólk vitja nógvastaðni frá, og tí er eisini høvi at hitta gamlar kenningar og vinfólk.

 

Sjálv keypir Sirið Stenberg ikki fýrverk, men maður hennara og børnini keypa, og teimum dámar væl at skjóta nýggja árið inn, sum gjørt varð í gjárkvøldið. Sirið og familja hennara brenna eisini bál umframt at luttaka í felagstiltøkum.

 

Landsstýriskvinnan heldur, at tað er trupult at siga, hvør størsta og keðiligasta hending í 2016 er, tí samanumtikið var árið merkt av ómetaliga nógvum og hørðum arbeiði - ja, hetta hevur verið eitt arbeiðsár burturav.

 

- Hetta hevur eisini verið eitt ár við nógvum og hørðum ágangi. Men, hetta hevur eisini verið eitt spennandi og gott ár, har nógv góð og neyðug tøk eru tikin fyri okkara fólk og land. Hetta er drívmegin í arbeiðnum - tað at skapa batar fyri okkum øll.

 

Sirið sigur, at hon hevur verið sera nógv burtur heimanífrá, so hennara størstu løtur eru tær smáu løturnar í gerandisdegnum, har nærveran við familjuna stóð fremst.

 

- At koma suður eitt fríggjakvøld eftir eina strævna arbeiðsviku og kenna gleðina yvir at vera hjá mínum - ja, tað er stórt. At hoya børnini spæla tónleik, útflukt á Ryskivatni, klemm frá børnunum og annars bara at vera og ikki altíð gera - og so gleðin og takksemi yvir, hvussu gott vit í veruleikanum hava tað í Føroyum.

 

Landsstýriskvinnan heldur, at føroyingar í hesum tíðum geva hesum ov lítlan ans, og hon heldur, at sjálvsøkni tykist hava fastatøkur á nógvum fólki.

 

- Vit eru líkasum komin í eina mentanarleysa Facebook-tilveru við hørðum tóna, atfinningum og krøvum. Tí, ongastaðni í verðini hava vit so nógv at takka fyri sum í Føroyum.

 

Hvat hevur Sirið Stenberg so sett sær fyri at gera í 2017?

 

- Eg fari at royna gera alt, eg eri ment fyri at skapa eitt gott samfelag - í politikkinum, lokalsamfelagnum, familjuni og heima við hús. Eg trúgvi fult og heilt uppá, at vit ikki einans eru sett í verðina fyri okkara egnu skyld, men fyri at hjálpa, har vit kunnu. So tað fari eg at royna. Annars ynski eg okkum øllum gott nýggjár og Harrans signing í komandi tíðum, eru seinastu orðini hjá landsstýriskvinnuni.