Eitt reytt kort tíðliga darvaði Skála

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein er nøgdur við stríðshugin Skála legði fyri dagin 10 ímóti 11 monnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein sum sá sínar menn tapa 0-2 ímóti EB/Streymi á heimavølli í dag.

 

Tað gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá Skála frægari, at Jákup Jacobsen var vístur av vøllinum tá bert 23 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Hóast mótgongdina og aftanfyri við tveimum málum í steðginum er Eyðun Klakstein glaður fyri stríðshugin liðið vísti 10 ímóti 11, so tað var ikki bara neiligt hjá Skála í dag.

 

Eyðun er greiður yvir, at Skála spælir ein sera týðandi dyst um 14 dagar tá teir taka ímóti AB. Vinnur Skála eru teir níggju stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tapir Skála eru bert trý stig niður til niðurflytingarstrikuna. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham hoyrist HER