Seinastu árini hava bókasøvn kring allan heim sýnt ein alsamt vaksandi áhuga fyri talgilding av savnstilfari, tað veri seg prentlutum, fotomyndum, handritum o. m. ø. Orsøkirnar eru fleiri. Í mongum førum verður talgilt fyri at varðveita tilfar, ið er serliga viðbrekið og í vanda fyri at farast. Ein onnur orsøk ? kanska tann týdningarmesta ? er at talgilda fyri at bøta um atgongd ina til nógv umbiðið tilfar. Ein útgáva í talgildum formi ger, at brúkarin kann lesa ella síggja tilfarið, óheftur av staðnum, har bókasavnið er, meðan bókasavnið hinvegin fær vart upprunatilfarið uppaftur betur móti sliti av ov nógvum brúki.
Fleiri royndir eru gjørdar seinastu árini at talgilda savnstilfar, og nógv digital søvn eru longu nú at finna á Internetinum. Eitt nú kann ein og hvør leita sær inn á heimasíðuna hjá SEPIA (Safeguarding European Photographic Images for Access)11SEPIA (Safeguarding European Photographic Images for Access) www.knaw.nl/ecpa/sepia/index.html , ið er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at talgilda stór myndasøvn á evropisku bókasøvnunum. Haðani ber til at leita sær víðari út á tey ymsu bókasøvnini fyri at síggja arbeiðið, sum tey hvør í sínum lagi hava gjørt.
Eisini finnast fleiri talgild bløð og tíðarrit á Internetinum. Oftast er talan um eldri tilfar, sum hevur stórt søguligt virði, men einstøk nýggjari tíðarrit eru eisini at finna. Tvey dømi um talgildað gomul tíðarrit eru Internet Library of Early Journals22 Internet Library of Early Jounals www.bodley.ox.ac.uk/ilej/, ið er eitt samstarv millum lærdu háskúlarnar í Birmingham, Leeds, Manchester og Oxford og Special Editions of Canadian Newspapers33 Special Editions of Canadian Newspapers www.nlc-bnc.ca/newspapers/, ið er savn av talgildum serprentum av eldri kanadiskum tíðarritum, sum kana diska tjóðbókasavnið hevur staðið fyri. Eisini skal eg her nevna evropisku verkætlanina DIEPER (Digitised European Periodicals)44 DIEPER (Digitised European Periodicals)
www.sub.uni-goettingen.de/gdz/dieper, ið hevur sum endamál at finna eitt felags støði fyri talgilding av tíðarritum og skráseting av hesum tilfari.
Føroyskar royndir
Í flestu londum hava bókasøvn og brúkarar higartil klárað seg við mikrofilmaðum útgávum av tíðindabløðum ella ljósritaðum útgávum av tíðarritum, sum síðani eru innbundin. Felags fyri serstakliga tíðindabløðini er, at brúkarin noyðist at leita sær inn á bókasavnið fyri at fáa at gongd til bløðini, og í Føroyum er tað bara eitt bókasavn, ið hevur øll tey føroysku bløðini og tíðarritini, og tað er Føroya landsbókasavn. Sostatt noyðast eitt nú avbygdafólk úr Suðuroy ella Fugloy at leita sær til Havnar, skulu tey kaga í gomul føroysk tíðindabløð, og skal hetta gerast í upplatingartíðini hjá Føroya landsbókasavni, t.v.s. ikki um kvøldarnar eftir kl. 20 og ikki í viku skiftinum.
Seinastu árini hevur nýggja tøknin otað seg alsamt nærri og nærri, eisini her á okkara leiðum, og møguleikarnir fyri at talgilda savnstilfar eru munandi bøttir so hvørt tøknin er blivin meira framkomin og bíligari.
Kortini hevur Føroya landsbókasavn valt at bíða við at seta nakað størri arbeiði í verk, tí enn krevur tað rættiliga fitt av pengum og starvsfólki at gera nakað muna dygt á hesum øki. Treyðugt so. Vit hava gjørt royndir í smáum, og eitt av hesum tiltøkum er talgilding av bíbliuhandritinum hjá Victori Danielsen, sum varð latið Føroya landsbókasavni í varðveitslu í fjør. Handritið er uml. 3.000 maskin skrivaðar síður í foliostødd.
Ein onnur nógv størri føroysk verkætlan er talgildingin av Løgtingstíðindum 1880-199955 Føroya løgting www.logting.fo, sum løgtingsumsitingin hevur staðið fyri í samstarvi við landsbókavørðin. Sjálv talgildingin er gjørd í Noregi, meðan P/F VIT hevur gjørt talgildaðu útgávuna teldutøka á heimasíðuni hjá Føroya løgtingi. Talan er her um eina stóra verkætlan, sum fevnir um 65.000 síður.
Íslendskar royndir
Á sumri 1999 heitti íslendska tjóðbóksavnið á okkum um at vera við í einari verkætlan, VESTNORD-verkætlanini, um talgilding av bløðum og tíðarritum. Talan skuldi vera um øll íslendsk, føroysk og grønlendsk bløð og tíðarrit frá tíðarskeiðnum 1783 til 1910/1920, svar andi til samanlagt uml. 190.000 síður, ið skuldu talgildast. Sostatt var fyrst og fremst talan um søguligt tilfar. Á heysti 2000 var undirritaði sum umboð fyri Føroya landsbókasavn so í Íslandi, og varð har gjøllað kunnaður um upprunan til verkætlanina, tøkniligu síðurnar viðv. talgilding og skráseting, og um tilknýtið hjá VESTNORD til aðrar líknandi verkætlanir.
Undan hesari verkætlanini hava íslendingar verið ígjøgnum tvær aðrar stórar verkætlanir, ið báðar hava havt við talgilding av søguligum tilfari at gera. Fyrra verkætlanin nevndist Icelan dic Maps on the Internet66 Icelandic Maps on the Internet kort.bok.hi.is, og var hon ein beinleiðis avleiðing av stuðli, sum nýggja Tjóðbókasavnið í Reykjavík fekk frá NORDINFO, tá tað læt upp í 1994. Sum heitið sigur, so var endamálið við verkætlanini at talgilda 220 gomul íslandskort, frá tíðarskeiðnum 1540 til 1900, og geva fólki atgongd til hesi kort gjøgnum Internetið. Avmynding, skráseting og bólk ing varð gjørd á Tjóðbókasavninum í Reykjavík, meðan sjálv talgildingin av myndunum varð gjørd á NDLC (the Nordic Digital Library Center), ið er deild hjá norska tjóðbókasavninum. Hetta er sama deild, sum talgildaði Løgtingstíðindi fyri føroyingar. Byrjað varð í mars 1996, og longu í 1997 var komið á mál.
Onnur verkætlan íslendinga var munandi størri, og í tí sambandi gjørdi íslendska Tjóðbóka savnið av at keypa sítt egna digitala myndatól, so at øll talgildingin kundi fara fram har á staðnum. Verkætlanin fekk heitið Saganet77 Saganet modsognir.bok.hi.is. Endamálið var at talgilda nærum 525.000 síður av søgu-handritum, umframt annað tilfar viðvíkjandi gomlu íslendingasøgunum. Her er talan um íslendskar bókmentir frá 12. til 14. øld, her ímillum íslendingasøgurnar, germanska og norðurlendska trúarlæru, søga norsku konganna (m.a. eisini søgan um Sverra kong) og annað søguligt úr evropisku miðøldini. Alt hetta rúgvusmikla tilfar er at finna á Tjóðbókasavninum í Reykjavík, á Árna Magnusson stovninum eisini í Reykjavík, og á Fiske Icelandic Collection á Cornell University í USA, har ein partur av talgildingini eisini er farin fram. Saganet verkætlan in byrjaði í juli 1997 og verður væntandi liðug á sumri 2001.
Størsta verkætlanin higartil
Í stuttum kunnu vit siga, at VESTNORD verkætlanin kemur sum eitt framhald av Saganet verkætlanini, við tað at tær royndir, sum íslendingar hava ognað sær, nú koma okkum til góða. VESTNORD er tann higartil nógv størsta verkætlanin, og er hon hartil tann tøkniliga mest krevjandi. Eftir ætlan verður arbeitt í fýra stigum:
Skrásetingeftir upprunatilfarinum til dátugrunn
Myndatøkaav upprunatilfarinum til eitt digitalt myndasavn Útskrivingtil leitiskrá OCR-lesingog menning av leititøkni
1) Áðrenn bløðini verða avmyndað, skal hvørt eintak skrásetast. Hetta arbeiði fer fram á bókasøvnunum í ávikavist Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Forritið til skrásetingarpartin er um at vera liðugt, og eftir ætlan verður farið undir at skráseta seinni í ár. 2) So skjótt hetta er gjørt byrjar sjálv myndatøkan, og verður hetta arbeiðið gjørt av fakfólki á Tjóðbókasavninum í Íslandi. Eftir ætlan skulu 1. og 2. stig verða liðug á sumri 2002, soleiðis at tað fer at bera til hjá almenninginum at fáa atgongd til bløðini á Internetinum á heysti 2002 ella um ársskiftið 2002/03.
Síðani verður arbeitt víðari við 3. og 4. stigi, og fer hesin parturin av arbeiðnum helst at ganga fyri seg í hvørjum landi sær, orsakað av
málsligu frábrigdunum millum føroyskt, íslendskt og grønlendskt.
VESTNORD og TIDEN
Samstundis sum arbeitt verður við VESTNORD, samstarva hini norðurlondini í líknandi verk ætlan nevnd TIDEN. Ætlanin er, at hesar báðar verkætlanir einaferð skulu kunna samskipast við einari felags leitisíðu á Internetinum, og tí verður sum frá líður eitt ávíst samstarv millum hesar verkætlanirnar. Hóast endamálini við hesum báðum verkætlanunum eru at kalla tey somu, so er rættiliga stórur munur á hvussu arbeitt verður.
Í TIDEN verkætlanini hava tey frá byrjan valt at avmynda øll bløðini frá mikrofilmi, heldur enn at avmynda upprunatilfarið. Hetta ger m.a., at myndagóðskan ikki kann gerast betri enn svørt/hvítu myndirnar á mikrofilmunum. Í VESTNORD hevur man valt at talgilda beinleiðis frá upprunatilfarinum, heldur enn umvegis mikrofilm. Hetta ger at myndagóðskan verður op timal, og at litirnir frá eitt nú myndum í tíðarritum koma við. Hartil var tað tíðliga greitt, at skuldi VESTNORD eisini talgilda frá mikrofilmum, so fór at verða neyðugt at filma megin partin av bløðunum umaftur, tí flestu mikrofilmarnir, serliga hjá íslendska Tjóðbókasavninum, vóru í ov vánaligum standi. Hetta hevði økt munandi um útreiðslurnar fyri verkætlanina, uttan at ein kann vísa á nakrar stórvegis fyrimunir.
Umframt tøkniligu grundgevingarnar fyri ikki at gera sum TIDEN, so er sjálv tíðarásetingin fyri TIDEN (frá 1640 til 1860) ikki nøktandi fyri londini í útnorði; t.d. er bara eitt føroyskt blað, ið lýkur krøvini fyri hetta tíðarskeið, nevniliga Færingetidende, ið kom út nakrar mánaðir í 1852. Næsta blað føroyinga, Dimmalætting, kom ikki fyrr enn 1877. Frá 1852 til 1910 ríkaðist føroyski blaðheimurin við 16 bløðum og einum samlaðum síðutali upp á uml. 20.000. Annars fæst meir at vita um verkætlanirnar báðar í verkætlanarskránni hjá NORDINFO, ið liggur á teirra heimasíðu88 NORDINFO-verkætlanarskrá otatrip.hut.fi/nordinfo/proj/.
Framtíðin
Við VESTNORD verkætlanini og talgildingini av Løgtingstíðindum hava Føroyar tikið tvey stór stig framá. Næsta stigið verður at talgilda tað, ið eftir verður av føroyskum bløðum og tíðarritum, og tað er heldur ikki smávegis. Leysliga mett kunnu vit siga, at um vit taka Løg tingstíðindi frá, so verður kanska talan um einar 150-200.000 síður, ið skulu talgildast, skrásetast og OCR-lesast, og tað verður ikki gjørt eftir einum degi.
Vit hava tó fingið tilsøgn úr Íslandi um at onki er í vegin fyri, at eisini nýggjari tíðarrit kunnu verða løgd undir teirra myndatól, og við tí tilfeingi og teirri vitan, sum tey hava á økinum, er tað ikki ómøguligt, at vit øll innan 2-3 fá ár hava atgongd til samlaðu útgávuna av m.ø. Varðanum og Fróðskaparritum á Internetinum. Og hvør veit, kanska eisini Dimmalætting, So sialinum o.ø. Við loyvi frá útgevarunum ber næstan alt til.
Heimildir:
DigitisingJournals : Conference on future strategies for European libraries. 13.-14. March 2000 Copenhagen. Proceedings. ? Copenhagen : Danish National Library Authority, 2000. ISBN 87- 87012-65-0 In the picture : Preservation and digitisation of European photographic collections / Edwin Klijn, Yola de Lusenet. ? Amsterdam : European Commission on Preservation and Acess, 2000. ISBN 90-6984-294-7 The Icelandic Experiment: Digitizing Newspapers and Magazines from the 18th and 19th Centuries / Örn Hrafnkelsson. Gutenberg 2000 Conference 3-8 July 2000, Mainz, Germany. Lecture on the subject: Digitization Projects.