- Tað hevur verið eitt rættiliga serligt ár. Vit hava havt nógvar avbjóðingar, tí millum annað er ein stórur partur av okkara arbeiði uttanlands, men tað hava sum kunnugt verið stórar avmarkingar í møguleikanum at ferðast, og tí hevur tann parturin verið avmarkaður í ár, sigur Rógvi Róin, stjóri.
Hann greiðir frá, at tann parturin av virkseminum, sum hevur verið harðast raktur, er sølan av maskinum og lutum.
- Tað steðgaði fullkomiliga upp, tí ongin vildi gera íløgur. Vit hava heldur ikki fingið gongd á søluna av nýggjum vørum av somu orsøk. Tí hevur árið hjá okkum fyrst og fremst verið myndað av, at vit hava veitt tænastur til skip og virkir, sigur Rógvi Róin.
Løgdu stilt í ein mánað
Tá ið korona breyt út í Føroyum í vár, gjørdu tey hjá Petur Larsen av at leggja stilt, men tað vardi bara umleið ein mánað, so var farið í gongd aftur.
- Vit byrjaðu aftur um hálvan apríl, men virksemið hevur verið øðrvísi síðani tá. Tað er ordiliga steðgað upp hjá kundum okkara við at gera íløgur, og tí hava vit ikki selt nakað av nýggjum vørum. Men hetta hevur tó gjørt, at vit hava fingið betri tíð til arbeiða við at menna nýggj produktir, sum koma út í næstum, sigur Rógvi Róin.
Hann sigur, at tað er greitt, at fyritøkan kemur at hava eitt tap í ár, men óvist er, hvussu stórt tað verður.
- Men vit hava góðar vónir til komandi ár. Vit eru nokk so jalig av lyndi, men tað kann vera ein avbjóðing at fáa viðskiftafólk okkara at gera nýíløgur. Vanliga eru íløgur í maskinur og aðra útgerð, sum vit selja, umleið ein fjórðingur av umsetninginum hjá okkum, og vit vænta, at við teimum nýggju vørum, ið vit hava á veg á marknaðin, so verður áhugi fyri at gera íløgur, og tí gita vit, at 2021 fer at líkjast einum vanligum ári hjá Petur Larsen, sigur Rógvi Róin at enda.