Verður hugt at mynstrinum, tá ið fólk flyta til Hellurnar, er tað skyldskapur og jørðin, ið dregur. Kona Símun av Fløtunum, Marin Margreta var ættað av Vestur í Fuglafirði. Óivað hava tey átt jørð í Skarðhaga. Hon er dóttir Johannu systir Janus, sostatt er Janus morðbróðir hennara. Her hevur bæði skyldskapur og jørð fingið tey at sett seg niður her.
Lamba Símun og Lamba Jákup eru brøður. Bæði Jákup og kona hansara, Kunoyar Katrina eru tænastufólk í Oynd-arfirði, hann inni í Víkum og hon inni í Stórustovu og seinni inni í Víkum. Hon hevur arvað jørð úr Árnastovu, sum lá Fyri handan Skarð. Skyldskapur og jørð er her, sum hevur drigið.
Tekur tú triðja húski - Tofta Jóannes og konuna, Jóhannu Mariu, sum bæði tæna í Oyndarfirði - hann í Stórustovu og hon inni í Tarti, er tað jørðin, ið dregur. Hann fær boð frá Stórustovubóndanum at fara út á Hellur at velta so nógv, sum hann kundi. Eini 10 ár seinni kemur Hanus, bróðir Jóhannu Mariu og setir seg niður á Hellunum. Hann bygdi síni hús áfast tey hjá Tofta Jóannesi.
Tríggir brøður úr Garðshornið ( Høgni, Kristoffur og Kristjan) seta seg niður á Hellunum. Hetta mynstrið, at systkin flyta úr heimbygdini í aðra bygd, er ikki eindømi í føroyskari bygdasøgu, men er ein gongd, sum flestu bygdir kennast við. Umstøðurnar fáa fólk at flyta, jørð, útróður og skyldskapur.
Okkurt annað kundi verið drigið fram, sum fekk fólk at seta seg niður her, men lesur tú bókina skert ikki burtur, at tú festir teg við hetta mynstri og okkurt annað við.
Um øll niðursetuhúsini er at siga, at tey hava ikki verið stór hús. Tíann betur eru elstu húsini á Hellunum varðveitt - húsini hjá Janusi á Kinn. Tað hava vit Jústenes Ejdesgaard úr Oyndarfirði fyri at takka, hann eigur hesi hús. Hugaligt var 14. og 15. august í ár at sita undir bitunum í húsunum hjá Janusi og kenna angan av viði, torvi og sápu. Torvroykurin lá húsanna millum hesar báðar dagar og stóð í næsarnar, tí fýrt varð við torvi inni hjá Janusi. Tú vart á ættfedra grund og kendi teg heima.
Frits