Eitt sindur av hvørjum í lívinum

Poul Hammer hevur fingist nógv við jarn og maskinur, men hann hevur eisini verið sjómaður í fleiri ár.

Poul Hammer eigur og rekur fyritøkuna PH Vatn & Hiti í Suðuroy. Hann byrjaði fyri seg sjálvan í 1997, eftir at hann hevði fingið sína útbúgving sum maskinsmiðjur á Tórshavnar Skipasmiðju miðskeiðis í nítiárunum.

 

Søgan um læruna hjá honum er eitt sindur serstøk, tí Poul byrjaði at læra á Polarfrost í Vági, men gjørdi seg lidnan á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann hevur altíð fingist nógv við jarn og maskinur, og longu sum blaðungur hjálpti hann eisini til á bilaverkstaði.

 

Poul hevur eisini roynt ymiskt á sjónum, bæði her heima og á útlendskum kjøli, og tilsamans hevur hann siglt í fleiri ár - ja, hann hevur enntá roynt seg sum kokkur og hovmeistari.

 

Fyritøkan, sum Poul Hammer hevur í dag - PH Vatn & Hiti - hevur røtur aftur til aldarskiftið, 1999/ 2000. Í sínari tíð leigaði hann seg inn í smiðju á Tvøroyri, men í fleiri ár hevur hann bara havt sín arbeiðsbil.

 

- Tá eg eri farin út til ymiskar arbeiðsuppgávur, havi eg alt við mær í bilinum. Tað er ikki soleiðis, at eg noyðist at fara heim aftur, tá eg fyrst er komin upp á pláss, har uppgávan skal loysast.

 

Brosandi sigur hann, at tá aðrir størri veitarar hava verið á staðnum og hugt eftir, hvat skal gerast og eru á veg heim aftur eftir amboðunum, er hann longu liðugur við tað, sum hann skal gera.

 

- Nei, eg fari ikki út fyri síðan at fara heimaftur. Eg havi míni ting við mær í bilinum, tó at bilurin ikki er stórur, og so verða uppgávurnar loystar á staðnum.

 

Poul Hammer, sum er góðkendur rørleggjari, sigur, at hann hevur gjørt nógvar smærri uppgávur, men hann hevur eisini verið við í størri uppgávum.

 

- Soleiðis var eg eisini við í endanum, tá stóra uppsjóvarvirkið hjá Pelagos í Fuglafirði varð bygt, men her hevði eg ikki nakra stórarbeiðstøku ella fakenterprisu, sigur hann.