Eitt sindur óhugnaligt!

Magnus Tausen, stjóri í Nám

Bý- og bygdaráðsvalið er av. Tíverri í alt ov nógvum kommunum við alt ov nógvum bý- og byrdaráðslimum, men tá ið ovasta leiðslan í landi okkara ikki vil taka neyðugar avgerðir, men júst í hesum málinum vil hava fólkið at tala á fólkaatkvøðu, verður tað so. Ein demokratiskur stingur av einum ella øðrum slagi í politisku skipani, sum tó ikki ger um seg í nógvum øðrum málum…

Nú er alt avhasað, og øll lyftini skulu fremjast í verki. Og tað er ikki smávegis, alt sum lovað er. Í hesum er tó einki óvanligt. Tað er bara søgan, sum endurtekur seg, júst so sum hon hevur gjørt til hvørt kommunuval. Og flestu lyftini vóru altíð so veruleikafjar, at eingin nøkulunda skilaliga hugsandi væntaði, at tey fóru at bera á mál. Tíbetur, tí tað hevði við vissu havt við sær, at allar kommunur væl og virðiliga sprongdu fíggjarkarmarnar.

Tað nýggja og áhugaverda ella kanska eitt sindur óhugnaliga, er, at vit í Havn hava nú ein flokk, sum einsamallur hevur meirilutan. Og serliga er tað sjálvandi Heðini at takka, at so er. Ótrúligt sum hann dugir væl at vera borgarstjóri. Irriterandi væl hjá teimum, sum eru ikki viðhaldsfólk, men tað ber ikki til annað enn at hava virðing fyri dygdunum hjá sterkasta manni í Føroyum. Hann hevur heilt víst tað – hvat tað so enn er, sum allar størstu leiðarar skulu hava. Tí tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki bara ein maður, sum hevur heiðurin av avrikunum hjá býráðnum í Havn. Men veljarin peikar nærum bara hann.

So stór undirtøka, og møguleikin at stýra púra einsamallur við nóg nógvum stuðli bara í egnum flokki, er ein samanrenning, sum ikki hóskar so væl í einum fólkaræði, tí hvussu skulu mótargumentini og aðrar hugsanir koma til sín rætt, tá ið so er?

Hetta verður tí ein áhugaverd tíð hjá okkum í Havn og ikki minst verður hetta lærurík eygleiðing og roynd í fólkaræði við so stórari slagsíðu í politiskari makt. Tað fer at krevja nógv av borgarstjóra okkara at standa á odda við meiriluta bara í egnum flokki. Ikki lætt at stýra sínum egnu, tá ið so er. Og nógv ivasom eygu fara at fylgja við, og nógv vera klár at finnast at hesum og hasum. Mest krevjandi royndin hjá borgarstjóra okkara liggur tí fyri framman.

Sjálvandi er tað stórur sigur hjá einum flokki at vinna sær meirilutan einsamallur í nógv størstu kommununi í Føroyum, og tað er ótrúligt avrik. Men eg haldi, at tað er eitt sindur óhugnalig – soleiðis heilt prinsipielt. Líka mikið hvør flokkurin er.