Mær tykir at reklamukampagnan fyri víðkaðari umsetiligheit hjá okkara fiskivinnuumsiting minnir nógv um henda handilsframferðarháttin.
Tá ætlanir landsstýrisins fyri framtíðar fiskivinnupolitikkin undir Føroyum vórðu lagdar fram av fyrstan tíð, fingu tær eina kalliga móttøku. Eyðsýnt var, at skuldi man fáa nakra gongd á fyri at trýsta síni sjónarmið ígjøgnum, mátti man finna uppá okkurt leskiligt at lokka við. Í tí stilla hevur man loyvt í nøkrum fáum førum at flyta fiskidagar millum bólkar uttan umrokning. Tað er sjálvandi óneyðugt at nevna at talan er um fiskidagar úr útróðrarbólki uppí størri bólk. Tað er jú bert talan um forrætning, um tað sum tú keypur, er meir vert enn tað sum tú má lata fyri tað.
Men hetta er óivað ov lítið, tí aleina hevur tað ikki sett meir ferð á umsetiligheitina. So fara vit víðari.
Lógin um vinnuligan fiskiskap varð broytt í summar, og loyvir hon nú at leggja veiðiloyvir saman tvørtur um markið millum bólkarnar eftir umrokningarfaktori, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetir. Ein eyt er tó at fiskiorkan ikki veksur.
Tá uppskotið varð stoypt vóru argumentini at veiðiorkan var ov stór og mátti minkast. Tað er tí lætt at hugsa sær, at um lagt verður saman innanfyri ein bólk við nøkurlunda eins fiskiførum, so ber hetta væl til, men um tú ger tað uppá tvørs av veiðibólkum, so er myndin ein heilt onnur. Vit vita at fyrispurningar hava verið um at leggja tvey stállínuskip saman, men áhugin í umsitingini var ikki til staðar. Tá hevði verið talan um kapasitetsminking og greitt í samsvar við endamálið.
Men í døminum Frøyanes ber alt til. Ein kapasitetsøking uppá kanska 100% fær nú sítt vælsignilsi, og næsta skipið er longu á veg kanska við einari enn størri øking.
Eg fari tí at venda meg til smiðirnar til hesa lóg og teir sum viðtóku hana:
Var hetta ætlanin?
At útróðrarflotin við lættisoppakendum handilsmetodum skal verða uppkeyptur við einum øktum trýsti á Føroyagrunninum sum fylgju?
At útróðrarflotin í framtíðini skal straffast við niðurskurði í fiskidagatali vegna ov hart veiðitrýst sum hann onga ávirkan hevur havt á?
At tað í dag vegna tilførdan útlendskan kapital skal loysa seg betur at selja síni fiskifør enn at fiska?
Vegna Meginfelag Útróðrarmanna
Chris Jan Michelsen