Eitt sindur um rættvísi!

Nógv orð eru fallin um hvussu órættvíst býti er millum útjaðaran og miðstaðarøkið. Hyggja vit eftir valtølunum frá 30. apríl kunnu vit seta hetta sokallaða "rættvísi" í eitt veruligt perspektiv:

Valdømi:                Atkvøður:  =   Umdømisvaldir kosta:
Suðurstreymoyar  11.333=8 løgtingslimir á 1417 atkvøður
Eysturoyar             6.582=5 løgtingslimir á 1316 atkvøður
Norðurstreymoyar      2.423=2 løgtingslimir á 1212 atkvøður
Norðoyar               3.947=4 løgtingslimir á 987 atkvøður
Vága                         1.841    =2 løgtingslimir á 921 atkvøður
Suðuroyar                 3.407    =4 løgtingslimir á 852 atkvøður
Sandoyar               1.004   =2 løgtingslimir á 502 atkvøður

So sum tølini siga greitt, so kosta umdømisvaldu tinglimirnir í Eysturoynni og Streymoynni nógv fleiri atkvøður, enn umdømisvaldu tinglimirnir í sokallaða útjaðaranum. Sjálvt um Streymoyggin og Eysturoyggin fingu allar teir 5 eykavaldu tinglimirnar, eru Eysturoyar og Suðurstreymoyar valdømi kortini fyri vanbýti. Við eykavaldum tinglimum eru tølini hesi:

Eysturoyar           6.582=6 løgtingslimir á 1097 atkvøður
Suðurstreymoyar11.333=11 løgtingslimir á 1030 atkvøður
Norðurstreymoyar2.423=3 løgtingslimir á 808 atkvøður

Norðurstreymoy fekk soleiðis eina rættvísa útjavning við at røkka 3. tingliminum. Meðan tey bæði størstu valdømini eru enn fyri vanbýti, sjálvt við eykavaldum tinglimum. Eysturoyar og Suðurstreymoyar valdømi eiga 58,7 % av atkvøðunum, men bert 53,1 % av tinglimunum.
So mong vóru orðini um hetta ólukku órættvísi, sum eisini kann raka miðstaðarøkið!