Tá tippað verður um fótbóltsdystir, merkir hetta, ta gitt verður um, hvussu úrslitini í einstøku dystunum fara at laga seg.
Tríggir møguleikar eru. Sigur til heimaliðið, javnleikur ella sigur til útiliðið. Hesir tríggir møguleikarnir eru merktir ávíkavist 1, x og 2.
Tá 13 dystir eru á veddingarseðlinum, merkir hetta, at tað teoretiskt eru knappir 1,6 mió. møguleikar at gita um úrslitini. Tá prísurin fyri raðið er eina krónu, er sjálvandi alt ov kostnaðarmikið at gita allar hesar møguleikar, og tí verður í flestu førum bert nakrir av hesum møguleikum tiknir við, tá veddað verður.
Við sonevndum garderingum ber til, at raka fleiri av hesum møguleikum. Ein gardering merkir, at tvey ella øll trý møguligu úrslitini verða krossaði av á veddingarseðlinum, soleiðis at tann, sum veddar, verjir fyri, at tað ikki bert er tað eina úrslitið, sum ber rætta veddingartekni við sær.
Hvat er ein veddingarskipan
Til at halda skil á ymsu garderingunum verða veddingarskipanir av ymsum slag nýttar. Sum tað framgongur á síðuni, so verður skipanin U-4-6-100 nýtt, tá liðformenninir tippa her í blaðnum.
At skipanin eitur 4-6-100 merkir, at talan er um fýra heil- og seks hálvgarderingar, sum verða veddaðar á 100 røðum. Teoretiskt átti henda skipan at verið veddað yvir 5.184 røð (3*3*3*3*2*2*2*2*2*2), men hetta er ístaðin skorið niður, soleiðis at talan bert um um 100 røð.
Hetta viðførir sjálvandi, at tipparin ikki kann vera vísur í at hava 13 røtt, hóast hann í skipanini hevur kollgitt allar dystirnar. Hinvegin er skipanin háttað soleiðis, at teknini verða býtt á ein slíkan hátt, at tað altíð er garanti fyri einum minstavinningi.
Harumframt merkir U teknið fremst í skipanini, a talan er um eitt sonevnt »udgangsrækkesystem«. Hetta merkir, at tá dystir verður garderaður, skal eisini gitast, hvørt av valdu teknunum verða mett at vera mest sannlík, soleiðis at hesi verða vektaði øðrvísi, tá teldan býtur teknini í veddingarskipanini. Í stuttum kann sigast, at tess fleiri U tekn veddarin hevur røtt, tess størri er møguleikin fyri at vinna høvuðsvinningin.
Hvussu veddi eg
Við veddingarseðlunum, sum eru til taks á veddingarstøðunum kring landið, er bæði skjótt og greitt at lata veddingar sínar inn.
Farið verður fram á tann hátt, at tú velur ein forprentaðan veddingarseðil. Á hesum verður so valt, hvør veddingarskipan verður nýtt. Síðani verður gitt um, hvussu einstøku dystirnir munnu fara at enda. Verður U-skipan nýtt, eigur eisini at verða viðmerkt, hvat tekn verður roknað at vera mest sannlíkt.
Tá hetta er gjørt, verður seðilin latin handilsfólkinum, sum beinanvegin skrásetir seðilin hjá veddingartænastuni. Ein útskrift av veddingarseðlinum verður latið viðskiftafólkinum, og er henda útskriftin prógvið hjá veddaranum fyri, hvussu hann ella hon hevur veddað.
Tá allir dystirnir eru leiktir, ber so til at fara til okkurt av veddingarstøðunum í landinum, har teldan innan fá sekund kann svara, hvørt veddarin hevur vunnið ella ikki.