Eitt skip aftrat í FAS

Farmaskipið Naven, sum áður hevur verið heimahoyrandi í Noreg, er nú komin undir FAS og er heimahoyrandi í Tórshavn. Heimasíðan skipini.fo veit at siga, at enn eitt skip er skrásett í FAS. Tað er farmaskipið Naven.

Felagið, sum eigur skipið, er Sp/f Thun, ið eisini eigur farmaskipini Sunnanhav og Kalkvik.

- Hesi skipini eru tó eitt nummar størri enn skipið, sum nú er komið aftrat, skrivar heimasíðan.

Naven hevur fingið heimstað í Tórshavn, eins og hini skipini hjá reiðaríinum.

Naven er 84,9 metrar langur, 13,1 metrar breiður og hevur eitt bruttotonsatal á 2.497,00.