Eitt slag av líkasælu  talan er jú um framtíðina!

- Tað er eitt slag av líkasælu, at samstarvið millum barnagarð og fólkaskúlan er sum tað er, slær leiðarin á Dagstovninum á Argjum fast. Tey fyrstu árini, 0-7, eru av alstórum týdningi fyri barnið og samfelagið.

Gudrun W. Rasmussen, námsfrøðingur og leiðari á Dagstovninum á Argjum, heldur, at eitt samstarv millum barnagarð og fólkaskúla skuldi verið skipað og nógv, nógv meiri av.
Á Argjum hava tey havt eitt slíkt samstarv í eini 5-6 ár. Hon greiðir frá arbeiðinum og letur væl at. Árið undan skúlabyrjan læra børnini, sum skulu í fyrsta flokk, týðandi tættir, sum hava við skúlagongd og innlæring at gera.
Áðrenn summarfrítíðina verða børnini, sum skulu í skúla, savnaði. Tað verður skrivað til hesi børnini um, at tey kunnu møtast á Frítíðarskúlanum. Har hitta tey komandi floksfelagar og fáa útflýggja eina mappu har tey verða kunnaði um hvønn annan, við myndum, nøvnum og øðrum.
- Børn eru forvitin og sera áhugaði í bókstavum og tølum. Vit arbeiða við slíkum, og vit leggja serligan dent á sosialisering av barninum  tað, at øll eru við, tó uttan at køva áræðið og evnir hjá einstaka barninum.
Gudrun er samd í, at eitt samstarv millum skúla og barnagarð átti at verið kring alt landið. Hon peikar á týdningin, sum liggur í hesum fyrstu árinum í einum mannalívi.
- Um viljin er tilstaðar, so fær mann dygd burturúr. Og hendan dygdin hevur ávirkan framyvir  tað er so heilt vist! Alt verður lært í teimum fyrstu árunum, ella sagt annarleiðis, so verður grundin løgd hesi fyrstu árini. Tá ið tað snýr seg um innlæring, tá er tað lættari byggja upp, um grundin er væl løgd. Men, um tað verður farið lætt um barnið, so er vandi fyri at ein líkasæla mótvegis innlæring kann koma í!Gudrun W. Rasmussen slær fast, at dygd skal vera í arbeiðinum. Eitt møguligt samstarv skal vera væl umhugsað. Men somuleiðis heldur hon tað verða eitt slag av líkasælu, at samstarvið er sum tað er, tí talan er jú um framtíðin.