Eitt spæl fyri gallarínum

Stóru samgonguflokkarnir skapa ótta millum fólk, heldur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann kallar almennu ósemjuna millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin fyri ein glæntrileik, tí hóast alt er ikki so stór ósemja um fíggjarlógina, sigur hann

SAMGONGUROK

Almenna ósemjan í samgonguni er bara eitt spæl fyri gallarínum, har høvuðkambarnir royna at markera seg.
Soleiðis sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, til harðligu samanbrestirnar millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin seinastu dagarnar í sambandi við fíggjarlógina.

Brigsl og agg
Brigsl, gamalt agg og vánaligt stev í samgonguni verður alment stillað fram í hesum døgum.
Óli Breckmann, formaður í tingbólki Fólkafloksins, gav alment til kennar í Degi og viku týskvøldið, at landsstýrismenninir hjá Fólkaflokkinum gera eitt betri arbeiði enn teir hjá hinum samgonguflokkunum.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum Høgni Hoydal førir hinvegin fram, at Óli Breckmann spælir sjónleik, førir flokspolitikk og hugsar persónligt í staðin fyri at føra politikk tjóðini at gagni.
Sostatt royna partarnir at øsa hvønn annan, hóast teir fyri fáum mánaðum síðani hava svorið hvørjum øðrum trúskap í einum samgonguskjali.

Ein glæntrileikur
Einastaðni mitt ímillum skotgravirnar standa hinir báðu smáu samgonguflokkarnir, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, talar nú harðliga at stóru samgonguflokkunum og serliga Óla Breckmann.
? Tað hoyrir ongastaðni heima, sum Óli Breckmann hevur gjørt, sigur hann og sipar til kravboðini um sparingar til landsstýrismenninar.
Jenis av Rana heldur alt hóvastákið vera tann reini glæntrileikur, har Tjóðveldisflokkurin eisini hevur havt ein høvuðsleiklut.
? Ósemjan í samgonguni er ikki so ógvuslig, sum hon tykist. Tað vísti samgongufundurin mánadagin, sum m.a. snúði seg um fíggjarlógina. Menn sluppu at rasa út, men annars var bara friðarligt, tá ongar mikrofonir vóru tendraðar, sigur Jenis av Rana.

Skapa ótta
Stóri trupulleikin við almennu samgonguósemjuni, sum kemur til sjóndar, heldur hann vera, at fólk gerast óttafull. Sparingar eru í lagi, men tær koma ikki upp í tær hæddirnar, sum fíggjarnevndarformaðurin hevur givið landsstýrismonnunum boð um.
? Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin skapa ótta millum fólk. Teir fáa fólk at halda, at ein kreppa er á veg í Føroyum, men tað er tað onki, sum bendir á, hóast vøksturin kanska ikki heldur fram, sigur Jenis av Rana.
Hóast alt rokið, sum hevur staðist burturúr útmeldingum um sparingar, so heldur formaðurin í Miðflokkinum, at tað kann vera gagnligt.
? Tað fær fólk at síggja, at tað er neyðugt at halda aftur, tá tíðirnar eru so góðar. Høvdu vit hava slíkt kjak í 80-árunum, so fingu vit ikki so ógvusliga kreppu, men tá mutaði ongin ímóti almennu ovurnýtsluni. Kanska er hetta kjakið eitt prógv fyri, at vit hóast alt hava lært nakað, sigur Jenis av Rana.