- Spæliplássið í Kráargøtu er nýtt og stórt, og tí er hetta mest upplagda spæliplássið til hetta endamál, sigur Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

Eitt spælipláss til børn við koronu

- Øll hava tørv á frískari luft og sosialari samveru. Tí hava vit bjóðað spæliplássið í Kráargøtu fram til familjur, sum eru raktar av koronu.

- Spæliplássið í Kráargøtu er nýtt og stórt, og tí er hetta mest upplagda spæliplássið til hetta endamál, sigur Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

- Tíðin er komin hartil, har vit eiga og mugu hugsa um, at barnalívið eisini skal vera gott, hóast børnini fáa staðfest koronu. Tí varð hetta eitt av málunum, sum var til umrøðu, tá mentanarnevndin hevði fund týsdagin.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, sigur við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu, at sera nógv børn í kommununi eru og hava verið smittað við koronu. Nógv hava upplivað at sita inni í langa tíð, og fyri nógv hevur hetta uttan iva verið ein avbjóðing.

 

- Vit hava øll tørv á frískari luft og sosialari samveru, men tað kann tykjast trupult í einari slíkari støðu. Tí hava vit valt at bjóða spæliplássið í Kráargøtu fram til tær familjur, har korona ger um seg.

 

Hon vísir á, at ráðini hjá Pál Weihe í hesum sambandi eru, at ferðingin til og frá spæliplássinum verður skipað soleiðis, at tætt samband ikki er við onnur.

 

- Børn hava altíð gott av at røra seg, men tá sjúka rakar, so er kanska gott at leggja sær í geyma, at vanligt spæl er betur enn høgur aktivitetur.

 

Jóhanna Christiansen sigur, at hetta er ein royndarskipan, sum tørvur vónandi ikki verður á alt ov leingi. Í fyrstu atløgu verður tilboðið galdandi frá hósdegnum 20. januar til 1. februar.

 

- Vit vóna sjálvandi, at fólk fara at taka væl ímóti hesum. Spæliplássið í Kráargøtu er nýtt og stórt, og tí var nevndin samd um, at hetta var mest upplagda spæliplássið til hetta endamál, leggur hon aftrat.

 

Kommunan setir skelti upp, sum kunnar um, at spæliplássið í hesum tíðarskeiði er tøkt hjá teimum, ið hava fingið staðfest korona.

 

- Spæliplássið í Kráargøtu er nýtt og stórt, og tí er hetta mest upplagda spæliplássið til hetta endamál, sigur Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.