Flogbóltur, samandráttur
Eins og hjá kvinnunum, so vísti FK-kappingin, sum Fleyr skipaði fyri, at okkurt »nýtt« lið kundi stinga seg fram í oddinum á bestu mansdeildini í flogbólti. SÍ, sum árið fyri var endað langt aftast, var nú sera væl fyri, og aftaná FK-kappingina bleiv liðið enn sterkari við tað, at venjarin Boban Ilic úr Bosnia og jugoslavin Rajkovic løgdust afturat.
Hjá ÍF var støðan ein heilt onnur. Hálvt ár frammanundan høvdu teir vunnið føroyameistaraheitið, og tað sóu fleiri av teimum royndu leikarunum sum eitt gott høvi at takka fyri seg á besta liðnum. Nýtt og ungt fólk skuldi setast við, og heilt frá byrjan gjørdu fuglfirðingar greitt, at hetta ikki fór at verða teirra ár - kappingin skuldi brúkast til at grundleggja eitt nýtt lið, sum vónandi kann gera seg galdandi í framtíðini.
Sostatt byrjaði kappingin við, at føroyameistararnir 2000-2001 fóru vestur til Sørvágs og taptu 3-0 móti botnliðnum 2000-2001.
So var spenningurin størri í Klaksvík, har Fram við bit og slit hálaði ein 3-2 sigur í land móti Mjølnir, sum heldur ikki hevði nakrar serligar vónir til kappingina.
SÍ tapti og vann í Havn
Longu í øðrum umfari var fyrsti toppdysturin á skránni. Hann vann Fram, sum sendi SÍ úr Eysturskúlanum við einum 3-1 tapi. Á Kambsdali fekk Fleyr við nýggjum jugoslaviskum venjara væntaðu byrjanina uppá sína kapping við at vinna 3-0 móti ÍF.
Støðan eftir 2 umfør: Fram 2 dystir 4 stig - Fleyr 1 dyst 2 stig - SÍ 2 dystir 2 stig - Mjølnir 1 dyst 0 stig - ÍF 2 dystir 0 stig.
Spennandi var at síggja, hvussu tað mundi fara at gangast SÍ, sum fyri aðru ferð á rað skuldi til Havnar, hesaferð at spæla móti Fleyr. Tað gekk sum tað skuldi, og sørvingar vunnu 3-1. Í Klaksvík fekk Mjølnir síni fyrstu stig og ÍF sítt fyrsta sett. Dysturin endaði 3-1 til Mjølnir.
Støðan eftir 3 umfør: Fram 2 dystir 4 stig - SÍ 3 dystir 4 stig - Fleyr 2 dystir 2 stig - Mjølnir 2 dystir 2 stig - ÍF 3 dystir 0 stig.
Botnliðið argaði oddaliðið
Fyrsta slagið um Havnina endaði við sigri til Fram, sum vann 3-1 móti Fleyr í Eysturskúlanum. Fleyr vann fyrsta settið, men so tók Fram sær um reiggj og vann trý sett á rað. Í triðja setti komu teir á odda heili 14-1, áðrenn Fleyr so nøkulunda fekk fótað sær. Rúni Weihe, sum hevði verið ein av stóru føroysku glottunum á oyggjaleikunum á Man, átti ein stóran leiklut í sigrinum hjá Fram.
Í Sørvági vann SÍ 3-0 móti Mjølni, og ikki óvæntað sá kappingin longu nú út til at gerast ein kapprenning millum Fram og SÍ.
Støðan eftir 4 umfør: Fram 3 dystir 6 stig - SÍ 4 dystir 6 stig - Fleyr 3 dystir 2 stig - Mjølnir 3 dystir 2 stig - ÍF 3 dystir 0 stig.
Fram hevði vunnið sínar fyrstu tríggjar dystir, men teir høvdu mist sett í øllum dystunum. Kortini var tað merkisvert, at teir fingu trupulleikar móti tí annars so illa roytta ÍF-liðnum á Kambsdali. Dysturin endaði 3-2 til Fram, sum varðveitti fulla stigatali, men alíkavæl hevði sítt at hugsa um.Í Havn spældi veteranurin Trúgvi Poulsen ein branddyst, tá Mjølnir vann 3-1 og samstundis avdúkaði nógvar trupulleikar hjá Fleyr. Tað skuldi eisini vísa seg, at Fleyr eftir hetta slapp sær av við jugoslaviska venjaran, og Jan Hentze tók við sum venjari. Tá mundi eingin ímynda sær, at Fleyr ikki fór at tapa aftur í tí, sum var eftir av grundspælinum...
Støðan eftir 5 umfør: Fram 4 dystir 8 stig, SÍ 4 dystir 6 stig - Mjølnir 4 dystir 4 stig - Fleyr 4 dystir 2 stig - ÍF 4 dystir 0 stig.
November var nú meir enn hálvrunnin, og Fram og SÍ sóu út til at vera eitt vet sterkari enn øll hini. Hesin illgrunin varð styrktur, tá SÍ vann 3-1 á Kambsdali, meðan Fram við sama settmuni sendi Mjølnir norður aftur til Klaksvíkar uttan nakað.
Støðan eftir 6 umfør: Fram 5 dystir 10 stig - SÍ 5 dystir 8 stig - Mjølnir 5 dystir 4 stig - Fleyr 4 dystir 2 stig - ÍF 5 dystir 0 stig.
SÍ varðveitti spenningin
Sjeynda umfar í kappingini bjóðaði upp á toppdyst í Sørvági millum SÍ og Fram. Tey uttanveltaðu mundu halda við SÍ, sum við at vinna kundi gera kappingina javnari, meðan Fram við einum sigri hevði vunnið tvær ferðir móti SÍ og sostatt hevði staðið sera sterkt í myndini.
Tað eydnaðist SÍ at vinna henda dystin 3-1 og geva Fram sín fyrsta ósigur í kappingini. Hjá Fram var saknur í Rúna Weihe, sum hevði skaða í fótinum, men viljin hjá SÍ at vinna var so stórur henda dagin, at tað kanska hevði gjørt tað sama.
Í Havn gjørdi Fleyr sína skyldu og vann 3-1 móti ÍF.
Støðan eftir 7 umfør: SÍ 6 dystir 10 stig - Fram 6 dystir 10 stig - Fleyr 5 dystir 4 stig - Mjølnir 5 dystir 4 stig - ÍF 6 dystir 0 stig.
Leygardagin 1. desember kom Fram væl fyri seg aftur og vann 3-0 móti ÍF. Hetta var fyrstu ferð, at Fram vann uttan at missa nakað sett á vegnum. Betri dysturin í hesum umfarinum var í Klaksvík. Ikki betri, tí hann var so væl leiktur, men hann var spennandi. Mjølnir vann fyrsta sett, Fleyr tók síðani tvey, áðrenn Mjølnir javnaði til 2-2. Í tí síðsta settinum hevði Fleyr fýra dystarbóltar, men Mjølnir bjargaði trimum, áðrenn Fleyr vann 15-13.
Støðan eftir 8 umfør: Fram 7 dystir 12 stig - SÍ 6 dystir 10 stig - Fleyr 6 dystir 6 stig - Mjølnir 6 dystir 4 stig - ÍF 7 dystir 0 stig.
Endurreisnin hjá Fleyr
Á Kambsdali varðveitti Mjølnir sambandið við oddaliðini við at vinna 3-1 móti ÍF, sum sostatt endaði við at tapa allar dystirnar í grundspælinum. Men framgongdin frá fyrsta dysti hjá fuglfirðingum hevur verið týðilig, og í ÍF rokna teir við, at fyrstu stigini ikki eru langt burturi. Og um tað kann vera nakar uggi, so ber til at siga, at tá nú stigini verða koyrd í helvt, missir ÍF minst!
Í Sørvági hevði SÍ havt eitt frívikuskifti til at koma niður á jørðina eftir sigurin á Fram, og vóru teir ikki komnir tað, so komu teir tað móti Fleyr. Havnarmenninir vunnu 3-1 og fóru nú at blanda seg í toppin. Undir dystinum tók ein støða seg upp, sum minti eitt sindur um hana í kvinnudystinum millum Fleyr og ÍF. Eftir ein skaða og eftirfylgjandi útskifting gjørdu sørvingar ein rotatiónsfeil, og eina løtu vóru sinnini um at koma í kók. Alt spældi kortini væl av. SÍ varð dømt at missa tvey stig, men teir vunnu settið. Forða Fleyr í at vinna 3-1 kundu teir tó ikki.
Støðan eftir 9 umfør: Fram 7 dystir 12 stig - SÍ 7 dystir 10 stig - Fleyr 7 dystir 8 stig - Mjølnir 7 dystir 6 stig - ÍF 8 dystir 0 stig.
Úrslitið í Sørvági gjørdi eisini, at dysturin í Gundadalshøllini millum Fleyr og Fram bleiv enn meira áhugaverdur. Og tað bleiv eisini ein undirhaldandi fimmsettari, sum Fleyr vann. SÍ vann í Klaksvík, og nú farið verður í endaspælið, er toppduoin vorðin ein topptrio við Mjølnir sum einum vandamiklum outsidara.
Tað er so sanniliga lagt upp til nakrar spennandi dystir í bestu
mansdeildini komandi tríggjar mánaðirnar.