Eitt stórt bakkast fyri borgarstjóran í Vági

Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, dylir ikki fyri, at hann er ógvuliga vónbrotin av, at hann bara fekk 82 atkvøður á løgtingsvalinum týsdagin

Løgtingsvalið 2002

? Hetta var eitt stórt vónbrot.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági er ein ógvuliga vónbrotin maður.
Hann stillaði upp til løgtingsvalið týsdagin á tjóðveldislistanum í Suðuroy, men tað slapp hann ikki væl frá.
Hann fekk ikki meiri enn 82 atkvøður og tað er ikki meiri enn gott helvtin av tí, hann fekk á valinum í 1998, tá ið hann eisini stillaði upp og fekk yvir hálvtannaðhundrað atkvøður.
Sostatt kann Jógvan Krosslá ikki stilla seg í røðina av borgarstjórum, sum fingu eitt gott val, eitt nú borgarstjórin tann í Skopun og tann í Hvalvík.
? Hetta var eitt stórt bakkast fyri meg sum borgarstjóra, tað er ikki yvir ar dylja, sigur Jógvan Krosslá.
Hann sigur, at hann leggur onki í, at hann ikki var valdur, tí hann fegnast stórliga um, at tað eydnaðist tjóðveldisflokkinum at varðveita løgtingsumboðið í Suðuroy.
Hann leggur afturat at hann er fullgreiður yvir, at hetta var eitt løgtingsval og at tað er øðrvísi enn eitt býráðsval og á seinasta býráðsvalið fekk hann 176 atkvøður.
Hann uggar seg eisini við, at hann heldur at ein orsøk til vánaliga úrslitið kann vera tann, sum nógvir vágbingar hava boðað honum frá, at teir vilja ikki av við hann sum borgarstjóra og at teir tí ikki fóru at atkvøða fyri honum til løgtingsvalið.
?Men so leingi tú ert í politikki, og ikki minst so leingi tú ert borgarstjóri, hevur tað stóran týdning, at tú fær undirtøku, men ta undirtøkuna fekk eg altso ikki frá vágbingum hesuferð, viðgongur hann.
? Tað er synd at siga, at vágbingar tóku undir við borgarstjóra teirra og tað eri eg vónbrotin av, sigur hann.
? Men tað skerst heldur ikki burtur, at tað er veljarin, sum hevur avgerðina og tann rættin virðir hann fult út.
Hann sigur, at hetta løgtingsvalið er eitt fullgott dømi um, at tað er ikki neyðugt hjá politikarum at avrika so nógv fyri at verða valdur, tí tað kann gera akkurát tað sama, sigur hann, uttan at útgreina tað nærri.
Hann sigur, at hann nú hevur verið borgarstjóri í Vági í 12 ár og tað hevur verið ein strævin tíð, har Vágur kom úr ringastu kreppu nakrantíð.
? Og eg haldi ikki, at hendan tíðin átti at ført til eina so stóra afturgongd í atkvøðutalið.

Stúrir
Men var valið vánaligt fyri Jógvan sjálvan, heldur hann, at tað eisini var vánaligt fyri Suðuroynna sum heild.
Hann vísir á, at í valskeiðnum, sum nú er farið, eru stórar útbyggingar í Suðuroynni lagdar til rættis, eitt nú miðnámsskúli í Vági, djúphavn í Vági, samferðsluhavn á Tvøroyri og tunnil ímillum Øravík og Hov.
?Eg haldi, at tað hevði verið ómetaliga týdningarmikið fyri Suðuroynna at hildi fast um samgonguna, sum sat, fyri at kunna hildið fram við hesum verkætlanunum.
? Men kemur nú ein onnur samgonga framat við øðrum flokkum, stúri eg veruliga fyri hesum útbyggingum, sigur Jógvan Krosslá.