FÓTBÓLTUR
Tapið fyri Føroyum í gjár svíður illa hjá íslendingum, og landsliðsvenjarin, Ólafur Jóhannesson, leggur heldur ikki fingrarnar ímillum í viðtalu við íslendska dagblaðið, Morgunblaðið:
– Sjálvandi er tað súrt at tapa fyri Føroyum og at vera fyrsti landsliðsvenjarin, sum ger tað. Men tað er kanska líka frægt, at tað var eg, tí eg toli tað, sigur Ólafur Jóhannesson, sum hevði lítið gott at siga um dystin, sæð við íslendskum eygum.
– Fyrri hálvleikur var vánaligur fyri okkara viðkomandi. Menn tóktust hálvfúsir og vóru seinni á øllum bóltum. Og at Føroyar so fáa tvey mál eftir deyðbóltsstøður, eri eg sera ónøgdur við. Tá gekst betri í seinna hálvleiki, men vit megnaðu kortini ikki at skapa málkjansir, so tí eri eg sera vónbrotin av hesum tapinum.
Talan var um ein rættiliga óroyndan íslendskan landsliðshóp, har bara ein útiseti var við, og ikki færri enn sjey spældu fyri fyrstu ferð ein A-landsdyst fyri Ísland, sum mikukvøldið í aðru viku skal á útivøll ímóti Skotlandi í HM-undankappingini. Ivasamt er, um nakar verður afturbiðin:
– Eg vildi fegin sæð meira neista í mínum monnum, men nú ivist eg í, um nakar av hesum kemur aftur á liðið, tá vit nú skulu spæla ímóti Skotlandi, sigur vónbrotni íslendski landsliðsvenjarin.