Eitt sterkari landslið enn í Bulgaria

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum tekur samanum sigrarnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við venjaran hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Andreas F. Hansen. Føroyska kvinnulandsliðið vann tveir sigrar á Stórabretlandi í badmintonhøllini í Klaksvík hetta vikuskiftið. Ígjár vunnu føroysku kvinnurnar 31-16 stórsigur, meðan tað í dag gjørdist talan um betri mótstøðu, men kortini ein 24-18 (12-10) sigur til føroysku kvinnurnar. 

 

Andreas F. Hansen fegnast um báðar sigrarnar, og vísir aftur, at talan var um ov veika mótstøðu. Hann heldur, at bretsku kvinnurnar bitu væl frá sær í dag, og føroysku kvinnurnar máttu stríðast fyri sigrinum. 

 

Andreas fegnast um verjupartin, har føroysku kvinnurnar bara lótu 16 og 18 mál inn. Tó heldur hann, at liðið brendi dekan ov nógvar málmøguleikar í báðum dystunum. Andreas heldur, at talan er um eitt meiri fleirstreingjað lið, enn liðið, sum royndi seg í EM-undankappingini í Bulgaria fyrr í ár. Liðið hevur nú bæði vinstra skjúttar og høgra skjúttar, sum ger, at liðið er nógv vandamiklari nú.

 

Andreas sigur, at arbeitt verður við at fáa nakrar landsdystir aftur í apríl, og tað verður vant miðvíst til tað stóra málið, sum er HM-undankappingin, sum verður um eitt gott ár.