Vónirnar eru góðar, staðfestur forsetin í Talvsambandi Føroya, Rani Nolsøe.
- Í ár verður miðað enn longur enn undanfarnar Olympiadur, og tað hava vit eisini allar orsøkir at trúgva á, sigur Rani, sum allarhelst sjálvur verður liðleiðari á ferðini.
OL liðið 2002:
1. John Arni Nilssen
2. Flóvin Tór Næs
3. Heini Olsen
4. IM John Rødgaard
5. Eyðun Nolsøe
6. Hans Kristian Simonsen
Hetta eru góð nøvn, og vert at leggja til merkis er at Hans Kristian Simonsen er úttikin, sjálvt um ratingtal hansara ikki røkkur einum landsliðsplássi. Hann er besti unglingur í løtuni, og er samstundis eisini føroyameistari. Tískil er hann úttikin.
Ólavur Simonsen, sum annars er fimthægstrataður í Føroyum, hevur boðað frá, at hann ikki kann luttaka í ár. Eyðun Nolsøe hevur tí fingið hansara pláss.
Eitt ivamál
Bert eitt ivamál er í úttøkuni, og tað er um Flóvin Tór Næs verður við ella ikki. Men innan eina viku verður hetta greitt, tí tá skal liðið á pappírinum sendast til fyrireikarnar, og Flóvin fer sjálvsagt at geva endaligt svar innan tá.
Enn eru nakrir mánaðir eftir til OL-startskotið, men nú kunna úttiknu telvararnir í øllum førum leggja lag á og byrja fyrireikingarnar, soleiðis at teir allir verða í góðum formi tá álvara kemur í leikin. Vit fara komandi vikurnar at fylgja við fyrireikingargongdini.
Talvið hesa vikuna
Í Politiken Cup herfyri gjørdist greitt at John Arni Nilssen vann sær ein IM norm, og harvið sín fyrsta. Her er talvið, sum loksins ognaði honum normin.
Nilssen,J (2363) - Matamoros Franco,C (2473)
Politiken Cup Copenhagen (9), 24.07.2002
1.d4 Rif6 2.c4 c5 3.d5 b5 4.cxb5 a6 5.b6 [5.bxa6 Bxa6 gevur svørtum gott mótspæl fyri finnu] 5...d6 6.Ric3 g6 7.e4 Bg7 8.Rif3 Ribd7 9.a4 Fxb6 10.a5 Fa7 11.h3 0-0 12.Bc4 Rb8 13.Fe2 Rie8 14.0-0 Ric7 15.Bf4 Rib5? (vísur seg seinni at vera gott fyri hvítan, men helst hevur svartur kent seg kroystan) 16.Rixb5 axb5 17.Bxb5 Rxb5 18.Fxb5 Ba6 19.Fa4 Bxf1 20.Rxf1 Rb8 21.Rb1 Rxb2 22.Rxb2 Bxb2 23.Fb5 (John Arni hevur betri endatalv vegna a-frífinnuni) 23...Bc3 24.Bd2 Bxd2 25.Rixd2 f6 26.Ric4 Kf7 27.f4 (svartur kann einki annað gera enn at bíða) 27...g5 28.fxg5 fxg5 DIAGRAM 29.e5! (ein mergjaður gjøgnumbrotsleikur, sum viknar enn meir um svørtu støðuna) 29...dxe5 30.Fc6 e4 31.Fe6+ Kf8 32.a6 Fc7 33.Fxe4 Rif6 34.Ff5 Fd8 35.Fe5 Fa8 36.d6 Fxa6 37.dxe7+ 1-0
áðrenn 29. e5!