Sundby Idrætspark leggur sunnudagin gras til oddabrak í næstbestu donsku deildini, tá Roskilde vitjar Fremad Amager. Eitt stig skilir liðini á ovastu plássunum í deildini, men á heimavøllinum verður væntað, at Todi Jónsson og felag hansara megnar at koppa oddaliðnum.
Fyrrverandi landsliðsleikarin og eigari av Fremad Amager sigur seg tó verða nøgdan, um teir bara fáa stig burtur úr dystinum.
- Hetta verður ein sera týdningarmikil oddadystur. Eg vildi mett, at Roskilde eru favorittar. Eg verði nøgdur, um vit fáa eitt stig, tí Roskilde hevur fingið seks stig fleiri enn eg eftir vetrarsteðgin, sigur Todi Jónsson við heimasíðuna hjá Fremad Amager.
Roskilde hevði fyrr í hesum kappingarárinum vitjan av Fremad Amager, og tá vann heimaliðið við tveimum málum móti einum.