VB-VÍF 27-27 (13-16)
Spenningurin var rættuliga stórur undan dystinum, við tað at bæði liðini høvdu harðliga brúk fyri einum sigri.
Skuldi VÍF framhaldandi hanga fast í Kyndli og Stjørnuni, skuldu tær helst fáa tvey stig við sær, meðan VB hinvegin eisini skuldi hava stig, um tær skuldu gera sær nakrar vónir um at fáa metal av nøkrum slag við kappingarlok.
Gekk javnt á
VÍF varð liðið, sum fekk betri byrjanina í dystinum, og eftir at tær beinanvegin løgdu seg á odda, hildu tær leiðsluni allan fyrra hálvleik.
VB fall tó ongantíð í fátt av hesum, men eltu tær vestmannagenturnar alla tíðina, og tíðliga í seinna hálvleiki komu tær fram um vestmannagenturnar. Seinastu løtuna av dystinum, fingu vestmenningarnir tó aftur fatur á VB, og hóast suðuroyargenturnar royndu at slíta seg leysar aftur, so endaði alt, sum tað byrjaði, tá Ioana kundi skjóta seinasta málið í dystinum.
Máltindurin
Umframt sjálvan dystin millum liðini bæði, so var eisini dystur millum tær báðar útlendsku venjararnar, um hvør av teimum skuldi liggja ovast á máltindinum.
Seinasta vikuskifti fór Regina fram um Ioanu, men eftir dystin leygardagin er Ioana aftur at síggja á ovastu rók.
Annars er vert at leggja til merkis, at tað seinastu dystirnar hevur verið líkt til, at VB liðið er nógv minni tengt at, hvussu leikandi venjarin klárar seg. Fyrstu dystirnar var tað annars soleiðis, at Regina stóð fyri øllum, sum fór fyri seg á VB liðnum, men nú í seinastuni hava vit eisini sæð, at tað so sanniliga eisini eru aðrar á liðnum, sum megna at spæla hondbólt.
VB liðið telur eisini fleiri heilt góðar leikarar, og er tað bara at fegnast um, at tær nú byrja at virka sum ein eind. Tað er nú einaferð soleiðis, at hondbóltur er eitt liðspæl, og megna vágsgenturnar at fáa eindina at rigga nóg væl, eru tær ein hóttan, líkamikið hvussu mótstøðuliðið eitur.
Í ár hava tær tó helst mist ov nógv stig, til rættuliga at kunna blanda seg í toppin, men uttan iva kunnu tær bøta nógv um støðuna á stigatalvuni í vár, og hvør veit, um tær ikki kunnu fáa heiðursmerki av onkrum slag. Tað eru ikki meira enn 3 stig upp til silvurmerki, nú stigini eru býtt í helvt, so enn er einki avgjørt í so máta.
Breiddin bilar
VÍF liggur framhaldandi á triðja plássinum, sum tær høvdu undan dystinum, og hetta er ivaleyst ein støða, sum tær kunnu vera nøgdar við.
Fyri fáum vikum síðani gjørdust tær einasta liðið, sum hevði bast Stjørnuni, og fleiri vóru tey, sum fóru at tosa um eitt møguligt meistaraheitið til vestmannagenturnar.Møguleikin fyri hesum er sjálvsagt framhaldandi til staðar, men fyri at hetta skal gerast veruleiki, skal so at siga einki kiksa hjá vestmannagentunum.
Breiddin í hópinum er ikki serliga stór, so tað merkist beinanvegin, um onkur leikari fær skaða. Harumframt er ivasamt, hvussu langa tíð Ioana skal hava, áðrenn hon verður 100% klár aftur. Leygardagin vísti hon nakað av tí spæli, sum hevur verið vørumerki hennara, men skal VÍF vera við í toppinum, krevur hetta eisni, at Ioana er á toppinum.
Kann gerast spennandi
Sum sagt, so hevur VÍF framhaldandi møguleika fyri at fanga Stjørnuna aftur, hóast Stjørnan má vera favorittur eftir avrikini higartil í kappingini.
Liðini skulu hittast aftur um miðjan januar, og megnar VÍF enn einaferð at koppa klaksvíksgentum í hesum dysti, kann talan allar helst gerast um eina rættuliga spennandi kapping.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
VB: Regina Rádó 8 (1), Arnleyð Krosslá 7, Rannvá Augustinussen 5, Gurið Mortensen 5, Sólrun Krosslá 2
VÍF: Ioana Rápa 11 (3), Nikolina Joensen 8, Fríða Johannesen 3, Jacklin Durhuus 3, Óluvá Poulsen 1, Eydna Johannesen 1
Brotskøst: VB 2, VÍF 5
Útvísingar: VB 5, VÍF 2
Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum og Karsten Andersen