Fróðskaparsetur Føroya gjørdi í gjár vart við, at játtanin til Setrið á fíggjarlógaruppskotinum er so lág, at virksemi hjá Setrinum verður álvarsliga tarnað
- Um játtanin til Fróðskaparsetrið ikki økist, so merkir tað, at ein av høvuðsstuðlunum undir varandi framburði og fólkavøkstri í Føroyum er álvarsliga hóttur. Ein møgulig – og sera álvarsom – avleiðing er, at Fróðskaparsetrið heilt ella partvíst má steðga upptøku av lesandi í 2018, skrivar leiðslan á Setrinum.
Nú hava ráðið teirra lesandi og stýrisumboð fyri tey lesandi eisini gjørt vart við seg og kallar hetta eitt skot fyri bógvin.
Tey vísa á, at fleiri jalig stig eru tikin til at betra um lestrarkorini hjá føroyskum lesandi seinastu tíðina. Tey vísa til avgerðina um at leingja lestrarstuðulin úr 11 upp í 12 mánaðir, at Finsen nú letur upp við lestraríbúðum, og at eitt lestrarumhvørvi spakuliga er við at veksa fram í Føroyum. Tey hava tó eisini varnast, at fíggjarkarmurin hjá Fróðskaparsetrinum er sera strammur.
- Meðan tey flestu kunnu verða samd um, at fíggjarligt skynsemi er gott, so er tann peningurin, sum er nýttur til bæði at lata Setrið vaksa og at betra um okkara umstøður sum lesandi, burturspiltur, um Setrið ikki fær veitt okkum undirvísing og verið ein granskingarstovnur, skriva tey lesandi, og heita á løgtingið um ikki at missa endamálið við Setrinum úr eyga:
- Endamálið við at økja um Setrið og at betra okkara lestrarumstøður var at geva okkara ungu møguleika at taka ta útbúgving, tey ynsktu sær í egnum landi. Ein møguleika, sum eldru ættarliðini ikki hava verið so heppin at fingið. Sjálvandi við tí ynski, at tey eisini verða verandi her og broyta okkara aldursmynd. Eina aldursmynd har vit verða fleiri eldri og færri ung á arbeiðsmarknaðinum, fleiri pensjonistar og færri til at gjalda skatt til samfelagið. Setrið og okkara umstøður sum lesandi snúgva seg tí ikki bara um at geva einum bólki í samfelagnum góðar sømdir, tað er eisini ein íløga í okkara samfelag og okkara framtíð, siga tey.