Okkara bestu ítróttarfólk skulu hava 1,2 milliónir krónur til at vera við í kapping.
Tað halda tey bæði tingfólkini hjá Fólkaflokkinum, Annika Olsen og Jákup Mikkelsen.
Á tingfundi í dag fara tey bæði at leggja uppskot fyri løgtingið um, at 1,2 milliónir av játtanini til ÍSF, skulu beinleiðis markast til úrvalsítróttarfólk.
- Í fjør varð játtanin til ÍSF, hækkað 1,2 milliónir, og endamálið við tí var at upphæddin skuldi markast til tey ítróttarfólk, sum eru við í kappingum uttanlands.
Afturat tí varð játtanin til úrvalsítrótt hækka 800.000 krónur.
- Hetta er komið væl við hjá føroyskum ítróttarfólkum, sum seinastu árini hava gjørt seg galdandi í altjóða kappingum, siga tey bæði fólkafloksfólkini.
Men í samband við fíggjarlógina fyri í ár, gjørdi meirilutin í fíggjarnevndini av at strika ásetingina, um at 1,2 milliónir av játtanini til ÍSFm skal markast til ítróttarfólk, sum kappast uttanlands.
- Hetta er eitt stórt bakkast og afturstig fyri fleiri av ítróttarsgreinar, eitt nú flogbóltsambandið og svimjisambandið, ið eru virkin á altjóða pallinum, siga Annika Olsen og Jákup Mikkelsen.
- Eitt nú hevur svimjisambandið ikki fíggjarligt rásarúm at senda eins nógvar svimjarar, til EM í London, ið er ein týðandi undankapping til OL í Rio, leggja tey afturat.
Tey staðfesta, at føroysk ítróttarfólk eru okkara bestu altjóða umboðsfólk og tí er tað góð marknaðarføring fyri Føroyar, at føroysk ítróttarfólk eru við í altjóða kappingum.
Og samstundis sum at hetta er bæði mennandi og stimbrandi fyri ítróttarfólkini, halda tey bæði.