- Eitt stórt felag

Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, hevur fingið eitt gott inntrykk av týska felagnum, sum hann í løtuni royndarvenur við

 

Tað var í morgun at tíðindini bórust um, at føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, í hesari vikuni royndarvenur við týska felagnum, Arminia Bielefeld, sum dagliga spælir í næstbestu týsku deildini.

 

Í samrøðu við in.fo greiðir Jóan Símun Edmundsson frá, at hann hevur fingið eitt gott inntrykk av týska felagnum.

 

-       Fyrsta inntrykkið hevur verið gott. Tað sæst týðuligt at hetta er eitt stórt felag við sera góðum umstøðum. Og støðið til venjing er eisini høgt.

 

Spurdur um hvussu týska royndarvenjingin er komin í lag, svarar Jóan Símun.

 

-       Tað er komið í lag gjøgnum umboðsmannin hjá mær, sum er danskur.

 

Jóan Símun Edmundsson royndarvenur alla hesa vikuna við týska felagnum, Arminia Bielefeld.

 

Arminia Bielefeld liggur í løtuni á 12 plássið í næstbestu týsku deildini.