- Her er einki innihald í!
Tað er lemjandi skoðsmálið, heilsunýskipanin hjá Karsten Hansen, fær frá Hans Paula Strøm, fyrrverandi landsstýrismanni í heilsumálum.
Karsten Hansen hevur í langa tíð boðað frá, at hann fór at leggja eina heilsunýskipan fyri Løgtingið. Tað gjørdi hann fyrr í vikuni og nú í morgun fer Løgtingið at hava aðalorðaskiftið um ætlanina.
Men fyrrverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum, er alt annað enn hugtikin av hesi ætlanini.
- Hetta er eitt stórt flopp, heldur Hans Pauli Strøm.
Og hann heldur fram: Hetta er ikki annað enn leysar hugleiðingar í óforpliktandi vendingum og við ongum ítøkiligum innihaldi.
Eitt, sum Hans Pauli Strøm als ikki skilir, er, hvussu Karsten Hansen kann tosa um eina nýskipan á heilsiøkinum, uttan at nevna tey trý sjúkrahúsini við einum einasta orði.
- Heilsunýskioanin ignorerar øll viðurskifti í nógv tí tyngsta og mest ressursukrevjandi partinum av heilsuverkinum, tvs. øllum sjúkrahúsverkinum, ið stendur fyri uml. 80% av kostnaðinum av samlaða heilsuverkinum.
Hann vísir eisini á, at einki verður sagt um, hvussu ætlanin skal fíggjast, hóast hann metir, at tær fara at kosta einar 30-50 milliónir at seta í verk.
Samstundis hevur samgongan boðað frá, at í 2018 skal heilsuverkið hava spart 40 milliónir krónur.
- Vit kunnu óttast fyri, at meginparturin (av tí, Heilsunýskipanin kostar) skal heintast inn við uppaftur størri skerjingum í sjúkrahúsrakstrinum.
- Tað ljóðar ófrættakent, tá ið vit samstundis vita, at nógvar sergreinar og týdningarmikil virkisøki á sjúkrahúsunum antin eru nógv undirmannað ella heilt ómannað, sigur Hans Pauli Strøm.
Les alla greinina hjá fyrrverandi landsstýrismanninum við at TRÝSTA HER