Eitt stríð um upplýsingar

Ein nýggj gjaldskipan hjá peningastovnunum hevur fest í eitt viðkvæmt stríð. Tað snýr seg um meg og teg. Skipanin krevur nevniliga, at persónsupplýsingar verða sendar av landinum. Tað er ikki loyvt sambært lógini, men málið er fløkt, og peningastovnarnir tvíhalda um, at gjaldskipanin lýkur lógina.

Eitt óvanligt stríð hevur tikið seg upp í Føroyum. Eitt stríð millum størstu valdssúlurnar í samfelagnum. Millum politisku skipanina og fíggjarheimin. Millum landsstýrið, løgtingið og bankakervið. Millum lóggevandi og útinnandi valdið øðrumegin, og peningavaldið hinumegin.
Stríðið er komið til sjóndar í einum opnum orðadrátti í fjølmiðlunum millum ein landsstýrismann og ein bankastjóra. Tað, teir stríðast um, eru persónligir upplýsingar. Upplýsingar um teg og meg. Eymir upplýsingar um míni og tíni fíggjarligu viðurskifti.

Sjáldsom vápn
Í royndunum at vinna stríðið hava vit sæð nøkur sjáldsom fyribrigdi síðstu tíðina.
Ein heilsíðulýsing frá peningastovnunum og P/F Elektron, har lagt verður eftir einum landsstýrismanni, og sjónarmið verða framborin, er eindømi í føroyskari søgu.
Landsstýrismaðurin hevur svarað aftur í heilsíðugrein í Fregnum, har hann setir eitt demokratiskt spurnartekn við, um peningastovnarnir eru um at vinna sær valdið við einum skipaðum trýsti á politisku skipanina. Fimta statsvaldið tekur yvir, er ræðumyndin.
Frammanundan hava vit í bløðunum sæð tíðindaskriv, yvirlýsingar og lesarabrøv frá framstandandi stjórum og nevndarformonnum í peningaheiminum.
Okkurt heilt serligt man vera áfatt, síðan okkara upplýsingar hava so stóran týdning fyri politikaran og bankastjóran.

Eitt greitt yvirlit
Alt snýr seg um eina nýggja skipan, ið peningastovnarnir fyrr í ár settu í verk í Føroyum. Hon nevnist GjaldsSkipan (GS).
Skipanin er ment í samstarvi millum Elektron og Pengeinstitutternes Betalings Systemer (PBS) í Danmark og er ein føroysk útgáva av væl kenda BetalingsService hjá PBS.
Talan er sostatt um sjálvvirkandi peningaflytingar, sum fara til Danmarkar at venda og avgreiðast. Higartil hevur skipanin virkað soleiðis, at PBS hevur gjørt eitt yvirlit, sum føroyski brúkarin hevur fingið. Frameftir verður hetta gjørt á Elektron, og viðskiftafólkini hjá bankunum fáa eitt yvirlit yvir sínar føstu flytingar á føroyskum.
Skipanin avloysir ta føroysku V&T-skipanina, sum er ein einføld skipan, ið Eletron hevur ment. Tað nýggja við GjaldsSkipanini er, at skuldarin hvønn mánað fær eitt greitt yvirlit, sum vísir, nær og hvussu nógv konta hansara verður skuldskrivað, til hvønn goldið verður, og hvat goldið verður fyri. Sostatt hevur gjaldarin eitt nú møguleika at steðga flytingum, sum hann ikki vil kennast við.

Forða misnýtslu
Kjarnin í stríðnum er í grundini eitt gamalt mál. Spurningurin er, hvørt vit skulu loyva, at persónligir upplýsingar um einstaklingar fara av landinum.
Høgni Hoydal landsstýrismaður sigur kortanei og sigur seg bara verja tað, sum løgtingið hevur samtykt og álagt honum at gera.
Peningastovnarnir siga ja og vísa til, at Dataeftirlitið, sum skal geva loyvi í slíkum málum, hevur játtað, at skipanin er í samsvari við lógina.
Lógargrundarlagið er Løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 og kunngerð frá 17. desember 2001 um flyting av persónsupplýsingum til útlond.
Lógin hevur til endamáls at verja einstaklingin ímóti misnýtslu av persónsupplýsingum, ið verða lýstir sum »einhvør upplýsing og meting knýtt at einum ávísum persóni«. Tað er sostatt ongin ivi um, at upplýsingar, ið GjaldsSkipanin fevnir um, koma undir lógina.
Meginreglan í lógini er, at persónsupplýsingar, sum koma undir lógina, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum. Lagt verður kortini afturat, at »persónsupplýsingar kunnu bert flytast til útlond, sum tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingum«.
Har stendur stríðið.
Eletron og bankarnir vísa á, at ongin ivi er um, at PBS til fulnar lýkur øll hugsandi krøv. Og teir verja seg eisini við, at upplýsingar um navn skuldarans og saldo á kontu verða einans skrásettir á Elektron.

Vilji tingsins
Spurningurin er so, hvat løgtingið vildi, tá nýggja lógin um viðgerð av persónsupplýsingum varð samtykt í 2001.
Høgni Hoydal landsstýrismaður vísir til, at Rættarnevndin hjá løgtinginum álegði honum »at áseta greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir at steðga ella avmarka útflutning«. Rættarnevndin legði somuleiðis áherðslu á, at »meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum«.
Nú Dataeftirlitið hevur givið Eletron og peningastovnunum loyvi at útflyta persónsupplýsingar uttanlands, ætlar Høgni Hoydal at gera eina nýggja kunngerð, sum herðir forboðið móti útflutningi. Tí tað hevur hann fingið álagt av løgtinginum, sigur hann.
Nú gerst málið eisini eitt flokspolitiskt stríð. Tí nú er eisini ósemja um, hvat tað var, løgtingið í grundini samtykti.

Trygg skipan
Kristian Magnussen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum var við til at samtykkja uppskotið, er ikki samdur við Høgna Hoydal. Tað var ikki hansara vilji at forða fyri, at danska gjaldsskipanin varð brúkt og lagað til føroysk viðurskifti, sigur hann.
? Eftir mínum tykki loyvir lógin, at upplýsingar kunnu flytast av landinum, um tað er sannlíkt, at lóggávan verjir einsaklingin líka væl sum føroysk lóggáva. Eg eri sannførdur um, at tað neyvan finst ein saklig grundgeving fyri at halda, at donsk lóggáva ikki tryggjar borgaran líka væl ella betur enn okkara egna, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar, sigur hann.
Løgtingið fær høvið at viðgera málið í næstum, tá Høgni Hoydal svarar fyrispurningi frá Kristian Magnussen í málinum.




FAKTA
? Løgtingið samtykti í 2001 eina lóg um vernd av persónsupplýsingum.
? Meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum. Persónsupplýsingar kunnu bert flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingum.
? Bankarnir eru farnir at nýta eina sjálvvirkandi gjaldskipan, sum flytir persónligar upplýsingar av landinum.
? Við gjaldskipaninini fær kundin hvønn mánað eitt gjaldsyvirlit, ið vísir nær, til hvønn og hvussu nógv kontoin verður skuldskrivað komandi mánaðin.