Eitt strævið ár

Eftir hópin av heiðursmerkjum í bestu deildini, mátti Jákup Eli Olsen saman við liðfeløgunum ásanna, at fyrsta deild fyribils er eitt liðugt kapittul í B68-søguni

Ein av teimum heilt royndu hjá B36 er Jákup Eli Hansen. Hann hevur í eini 15 ár verið ein av teimum, sum roknað hevur verið við á Toftum, tó at hann okkurt árið hevur roynt seg aðrastaðni eisini.
Fyri tað nógva hava hesi árini snúð seg um heiðursmerkjastríð og europeiskar uppgávur, men árið í ár hevur verið heilt øðrvísi í so máta. Og sjálvur dylir Jákup Eli ikki fyri, at hetta hevur verið tungt.
- Tað hevur verið ræðuliga strævið. Tí vit hava alla tíðina havt mótburð. Í so máta haldi eg ikki, at dysturin í dag var nakað sum helst at tosa um. Hjá okkum var alt liðugt seinasta mánakvøld, og so kundi dagurin í dag gera tað sama, heldur hann.
Seinasta mánakvøld var Jákup Eli annars ikki á liðnum, orsakað av leikbanni. Men eitt ár er aftur næsta ár, og tá vit sunnudagin spurdu Jákup Eli, hvørt hann aftur tá fer at taka eitt tak fyri B68, tykist hetta í øllum førum ikki ógjørligt.
- Høvdu vit ikki farið niður, so hevði eg heilt víst givist, men nú fáa vit at síggja. Tað er long tíð til februar mánað, so tað kann vera, at hugurin er komin aftur.
- Sjálvur ivist eg í øllum førum ikki í, at B68 hoyrir heima í fyrstu deild, og tað fer at koma sera óvart á meg, um felagið ikki hevur endurvunnið sessin um eitt ár, heldur hann at enda.