Tíðarferðir og stórsligin 3D-umhvørvir ganga saman í eina hægri eind, tá ein spælir The Journeyman Project 3 ? Legacy of Time. Eftir vitjan í Shangri-La, El Dorado og Atlantis mugu vit staðfesta, at Journeyman 3 er eitt hitt besta spælið av sínum slag.. Søgan er góð, umhvørvini, ið ferðast verður runt í, eru bæði spennandi og veruleikanær, og spælið er lætt at spæla, men kortini ikki av teirri orsøk skjótt at gjøgnumføra. Her er nóg mikið til nógvar dagar av uppdaging. Einasti bági er myndagóðskan. Í teimum myndum, har vit flyta okkum, eru myndirnar heldur vánaligar.
Veruleikanært
Hetta er eitt science-fiction ævintýr um tíðarumboðsmenninar á TSA, Temporal Security Agency. Teirra hetjukenda uppgáva er at forða fyri og betra um teir skaðar, sum brotsmenn hava gjørt á fortíðina til tess at broyta søguna til teirra fyrimunar. Tað ræður sum altíð um, at bjarga jørðini undan fremmandari megi.
Vit eru í 24. øld, men handlingin fer fyri tað mesta fram í einari mytologiskari fortíð. Vit eru umboðsmaður 5, ein ávísur Gage Blackwood, sum ferðast í trimum mytologiskum framkomnum heimum, Shangri-La, El Dorado og Atlantis. Tað er gjørt ótrúliga nógv fyri, at søgan skal hava eitt stórt trúvirði. Støðini eru endurgivin ógvuliga søguliga nágreiniliga, og alt er gjørt í einum 360 stig umhvørvi, har ein kann venda og snara sær og fara út og inn allastaðni. Verður hugt upp móti sólini, verður ein blindaður!
Eftirgjørd menniskju
Hetta er triði partur av eini framhaldssøgu. Men ein lítil hjálpivera, Arthur, ein eftirgjørd vera, syrgir fyri at vit eru á rættari leið. Hann kemur upprunaliga frá aðru útgávu og hevur ein heilan hóp av upplýsingum og góðum ráðum, sum hann fegin gevur frá sær. Og so er hann skemtiligur.
Nakað heilt nýtt og serstakliga hugtakandi við hesu triðju útgávuni er kameleondraktin. Fyri at kunna loysa fleiri av uppgávunum, mást tú í holt við fólkið á staðnum ? hetta er eisini nakað nýtt í mun til hinar undanfarnu útgávurnar ? men tað er ikki altíð líka lætt, tá tú ert ílatin framkomnar tøkniligar búnar. Tí hava tey á TSA uppfunnið eina kameleondrakt sum ger, at tú kanst yvirtaka útsjóndina hjá honum, tú hittir. Minst bara til at eftirgera røttu menniskjuni. Fólk halda jú, at tú ert tann, tú sær út at vera, og fara við tær hareftir.
Fakta
The Journeyman Project 3 er bæði til Macintosh og PC við Windows 95. Spælið krevur í minsta lagi eina Pentium 100 ella Power PC í so avgjørt í minsta lagi 16 MB ram. Spælið er á heilum fýra CD?um og fyllir ikki minni enn 75 MB á harðdiskinum.