Fótbóltur
Arnbjørn T. Hansen varð heilt stóri vinnarin á mannfólkasíðuni fríggjakvøldið. Tvær ferðir var hann uppi á pallinum, har hann tók ímóti ávíkavist gylta skógvinum fyri sínu 20 mál í ár, umframt at hann sum seinasti maðurin fór upp á pallin, tá ársins spælari í Formula-deildini í 2008 varð kosin.
- Hetta er veldugt, og eg kann væl róliga siga, at hetta er eitt super-ár.
Fyrr í ár var Arnbjørn til royndarvenjingar hjá danska OB, men her og nú tykist hann ikki hugsa so nógv um møguleikan fyri at royna evnini uttanlands.
- Nú havi eg spælt fótbólt í ár ár út í eitt, so nú vil eg gjarna hava ein lítlan steðg í ein mánað ella so. So her og nú er í øllum førum eingin royndarvenjing aðrastaðni. Og enn havi eg so ikki fingið nakað tilboð um nakra slíka venjing, staðfesti Arnbjørn T. Hansen.