Eftir mikla meldurin av festivalum, ólavsøkukonsertum og listastevnu man tað vera relevant at líta aftur á eitt serligt tónleikalív í Havn í seinnu helvt av farnu øld og at minnast mannin aftan fyri hetta virksemi. Hugsi um Erik Petersen, lektara, sum andaðist herfyri nítifýra ára gamal.
Gamli Tórshavnar Musikkskúli varð settur á stovn í 1942. Tað er týdningin av tí orkesturvirksemi, ið við honum tók seg upp í Havn og við ídni og áhaldni helt fram í meira enn tríati ár, sum eg við hesum reglum vil leggja dent á.
Erik Petersen var neistin og sálin í hesum slóðbrótandi tónleikavirksemi. Hjá lærara sínum Erling Bloch, professara, hevði hann á lærda háskúlanum í Keypmannahavn nomið sær spæliførleika og kunnleika til teir gomlu meistararnar, og heimafturkomin vildi hann vekja ans fyri tí ríkidømi, sum góður klassiskur tónleikur ber i sær. Góða stuðul í hesum máli fekk Erik frá mentamonnum sum William Heinesen, Rikard Long og ikki minst frá býráðsformanninum M. A. Jacobsen. Tað var tí ikki av tilvild, at kamarorkestrið Tórshavnar Musikkskúli fekk innivist og framdi sítt konsertvirksemi øll tey fyrstu árini úti á landsbókasavninum, har Mads var bókavørður.
Við E. Petersen sum eldsál og við trúfastari undirtøku frá góðum fólki sum Verland Johannesen, Tummas Nygaard, Viggo Dal-Christiansen, Christian Restorff, Rigmor Restorff, Torbjørn Sørensen, Arne Andreasen o.fl. menti seg her eitt tónleikavirksemi, sum meira enn nakað frammanundan vakti áhuga fyri klassiska tónleikagripinum bæði hjá spælandi og lurtandi í høvuðsstaðnum.
Konsertirnar vóru vanliga fleiri um árið, heystkonsertir, jólakonsertir, páska- og várkonsertir, og tað var við spekt og virðing tú gekkst upp trappurnar úti á Debesartrøð og inn í lestrarsalin, har tað við tað eina høvi fyri mær setti serligan dám á innan konsertina at hoyra William Heinesen og Mr. Goldney teska saman á enskum um tónaverkini, sum vóru í væntu. Ikki møtti nógv av yngri fólki til hesar konsertir - minnist ungan gøtudrong, Suna Thomsen, sum ivaleyst eins og eg í fyrstani hevði ilt við at fáa latið upp sinnið fyri hesum fyri okkum enn so sermerkta tónleiki, ið tó, sum frá leið, meira og meira fekk fastatøkur á okkum.
Fyrst í fimmtiárunum økti bókasavnið so mikið um egna virksemið, at ikki vóru umstøður til framhaldandi orkesturspæl har. Húsvillir vitjaðu Erik, Viggo, Torbjørn og Verland so hjá hvør hjá øðrum til kvartettsamanspæl. Á fyrsta sinni hoyrdi eg tá á vári 1954 "Eine kleine Nachtmusik" á konsert í Sjónleikarhúsinum.
Men í 1956 varð nýggjur kommunuskúli tikin í brúk, og skúlastjórin Zacharias Sørensen, pápi Tornbjørn, beyð kamarorkestrinum vælkomið at húsast í stásisligu skúlahøllini, sum William Heinesen, ungi sonur hansara Zacharis og Ingálvur av Reyni við prýðiligum málningum høvdu sett so listarligan dám á. Í hesum umhvørvi fekk orkestur- og konsertvirksemið flog av nýggjum. Orkestrið fekk her eisini eina munandi breiðari unditøku frá áhoyrarum enn áður úti á bókasavninum, har tað vanliga bert møttu eini 15-20 serliga áhugaði.
Erik og hansara tónleikalið høvdu ikki bert egnar konsertir, men vóru fús at verða við til tiltøk hjá øðrum eisini, eins og tey hvør sær altíð vóru beinasom og álítandi at heita á. Sum egnar royndir kann eg bera fram, tá vit í nýstovnaða Vestmanna Sangkóri á vári 1958 fingu Tórshavnar Musikkskúla at koma norður at hava konsert saman við okkum, og somuleiðis t.d. nevna stuðlandi undirtøku eitt nú til framførslur í sambandi við sanglæraraskeið í 60-árunum.
Í 1961 kom Mogens Wahl sum ríkisumboðsmaður til Føroya, og við honum sum dyggasti stuðul fekk orkestrið sína glæsiligastu tíð nakrantíð. Sjálvur var hann dugnaligur pianistur, sat brátt sum solistur í klaverkonsert saman við orkestrinum, og við sínum sambandi bæði við tónleikalívið í Keypmannahavn og við mentanarstovnar har slóðaði hann so fyri, at orkestrið tey 11 árini, hann var her, regluliga fekk stimbrandi vitjan av dugnaligum leiðarum úr Danmark.
Ov mikið verður her at koma nærri inn á teir mongu úrvaldu musikararnar, sum í nevnda tíðarskeiði við stytri ella longri steðgi virkaðu sum vegleiðarar hjá orkestrinum; men eitt yvirlit yvir menninar kann geva fatan av hesari serligu blómutíð í Tórshavnar tónleikasøgu:
Gunnar Tagemose, fiólleikari í Radiosymfoniorkestret
Henrik Sachsenskjold, gitin fiólsolistur og orkesturleiðari
Peter Weis, konsertpianistur og kórrepetitørur í Danmarks Radio
Mogens Brendstrup, fiólleikari í Det kgl. Kapel
Béla Detrekøy, fiólleikari í Det kgl. Kapel
Poul Tofte Hansen, oboistur í Det kgl. Kapel
Knud Åge Larsen, fiólleikari í Det kgl. Kapel
Kanny Sambleben, konsertmeistari í Sjællands Symfoniorkester
Jan Eyvind Andersen, fiólleikari í Sønderjysk Symfoniorkester
Hakon Elmer, organistur og stovnari og leiðari av Sønderjysk Symfoniorkester
Oliver Hirch, musikpedagogur, blokkfloytuspælari og serkønur í eldri tónleiki
Sum vituligt vóru tað mest strúkarar, sum komu higar at taka sær av okkara strúkiorkestri; men symfoniskur tónleikur við eisini træ- og messingblásarum var eisini á skránni hesi árini. Aftrat skal nevnast tað samarbeiðið, sum vit í Útvarpskórinum og eisini aðrir kórsangarar í býnum høvdu við orkestrið í hesi tíð til framførslur av størri verkum.
Erik Petersen hevði ein dreym um at fáa bygt upp eitt veruligt symfoniorkestur. At umstøður seinni gjørdu slíkan dreym til veruleika, kunnu vit nú frøast um. Men við hetta tíðarhvarv, nú Erik er farin, eru vit mong, sum við takksemi hóma aftur á kveikjandi løtur saman við honum og hansara trúføstu samstarvarum í gamla Tórshavnar Musikkskúla.
Ólavur Hátún