- Ætlanin er sláa bøin eina ferð seint um summari ella tíðliga í heyst, so føroysku blómurnar sleppa at standa í frið í summar. Hetta ger, at blómurnar fáa sett búnað fræ, soleiðis at tær fáa breitt seg, og fleiri blómur spíra árið eftir.
Tað siga tey á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í dag.
- Hetta verður til gleði fyri okkum og ikki minst fyri blómuflugur, firvaldar og annað djóralív, sum livir av og saman við teimum ymisku urtunum. Við hesum fara vit aftur til tað, sum líkist tí, vit kenna frá hoygging.
Endamálið við átakinum á Skála er at skapa áhuga fyri føroysku blómunum, sum veksa í júst hesum slagi av náttúru, sum bøurin er og var fyrr í tíðini - fyri taðing við kunstøðum og sproyting móti ókrúti.
- Vit ynskja, at vaksin, børn og okkara framtíðar ættarlið koma at kenna okkara blómuteigar betur. Vit bjóða tí øllum at koma á øki og finna plantur. Latið tó blómurnar standa, so tær sleppa at seta fræ og so koma fleiri árið eftir, verður lagt aftrat.