Hetta hevur verið ein øgilig avbjóðing, sum hevur vart í fimm ár. Men nú standa vit her.
Tað søgdu teir báðir, brøðurnir, John Henrik og Dennis Holm, tá ið teir bjóðaðu eini stórari mannamúgvu vælkomnari til hátíðarhald í Vági í morgun, í sambandi við, at ein svimjihøll við Føroya fyrsti 50 metra svimjihylur nú er liðug og tikin í nýtslu.
Teir báðir eru eisini tveir av stigtakarunum til at byggja Pálshøll, sum høllin er nevnd eftir okkara fremsta svimjara nakrantíð, Pál Joensen, sum eisini er úr vági.
Í høllini er ikki bara 50 metra svimjihylur, har er eisini hylur til børn, umframt vælverudepil við venjingarútgerð, sauna, heitum potti og massasju.
Tað eru nú góð fimm ár síðani, at hugskotið til verkætlanin kom í eygað og teir báðir ásannaðu, at talan hevur verið um ein tungan burð.
- Tað byrjaði alt í august í 2010, tá ið Pál Joensen vann silvur á 1500 metrum í EM.
Flest allar kommunur í Suðuroy hava stuðlað verkætlanini, serstakliga Vágs Kommuna, men eisini SEV hevur havt ein avgerandi leiklut við at vísa vælviljað til at lata høllini avlopshita frá Vágsverkinum til at hita høllina við.
Men teir leggja eisini dent á, at ikki minst hava lokalir arbeiðstakarar gjørt nógv arbeiði fyri tað, sum má kallast, serprís.
Løgtingið hevur eisini stuðlað ætlanini, men tað hevur eisini verið avgerandi, at tað hevur ikki staðið á at fáa sjálvbodna arbeiðsmegi til alt handa slag, tá ið tað hevur staðið á.
Teir báðir ásanna, at tað hevur verið ein tungur burður, men nú fegnast teir um, at nú høllin so upp.
- Hetta hevði ikki borið til uttan dyggan stuðul frá fólki, fyritøkum í stovnum í Vági, í allari Suðuroy og í landinum sum heild.
Pálshøll kostar 20 milliónir, nú hon er liðug, og tað er avbera bíligt fyri eina verkætlan, sum hesa.
- Hetta er eitt talandi dømi um, at har viljin er, ber alt til, siga Dennis og John Hendrik Holm.
Niðanfyri eru fleiri myndir av hátíðarhaldinum, tá ið Pálshøll varð tikin í nýtslu í morgun.