Eitt tignarligt minningarhald

Magni Arge stjóri á Atlantic Airways sigur, at minningarhaldið við Sørstokken Flogvøllin á Stord var ein tignarlig løta, sum var ógvuliga væl tilrættaløgd. Magni heldur, at tað var gott fyri tey avvarðandi at koma saman og minnast tey, sum doyðu. Talan er sjálvsagt um eina hending, sum øll vildu verið fyri uttan. Men hann heldur, at tey avvarðandi høvdu tørv á at koma saman, nú eitt ár er farið síðani ræðuligu flogvanlukkuna

MINNINGARHALD: 120 fólk luttóku á minningarhaldinum. Oddmar, maður Guðrun Joensen avdúkaði minnisplátuna, og báðir synirnir, Borgar og Eigil, tendraðu ljós, og løgdu rósur á staðið.

Ein vegur er beint oman fyri staðið, har flogfarið hjá Atlantic rendi á.

Minnisplátan er at finna har. Nøvnini av teimum fýra, sum lótu lív í flogvanlukkuni eru rist í minnisplátuna.

Tey, ið lótu lív vóru:

 

Guðrun Hervør Joensen

Jarle Reime

Per Olaf Skjæveland

Martin Charles Evertsen