Vegagerð
Formaðurin í teknisku nevnd í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, sigur, at nú er langt um leingi farið undir at breiðka landsvegin frá Nes kirkju og eystureftir.
- Bæði borgarar á Nesi og Nes kommuna hava í mong ár roynt at fáa Landsverk at raðfesta hetta vegastrekkið.
Súni ásannar tó, at tað hevur tikið óvanliga langa tíð at fáa gongd á hetta mál.
- Vit kunnu tó bert fegnast um, at tað umsíðir eydnaðist at fáa gongd á hetta átroðkandi mál, sum leingi hevur kravt ábøtur.
Hann sigur, at hetta arbeiðið kemur at kosta kommununi einar 500.000 krónur.
- Tað verður Landsverk, sum kemur at bera tann stóra kostnaðin av hesum arbeiði, sigur Súni í Hjøllum.