Eitt trygt og optimalt ferðslukervi

Eitt trygt og optimalt ferðslukervi krevur serstakar og tíðarhóskandi loysnir, segði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, á kjakfundinum "Fyri og eftir Norðoyatunnilin" sum var í Miðlahúsinum týskvøldið

Týskvøldið skipaði Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri kjakfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Evnið á fundinum var "Fyri og eftir Norðoyatunnilin"

Fyrsta framløgan var tann hjá Oyvindi Brimnes, stjóra í Landsverki. Hann vísti á vandamál og loysnir í samband við øktu ferðsluna, tá Norðoyatunnilin letur upp. Hann legð i út við at vísa á framrokningar, sum vísa, at tað fara at koyra millum 1300 og 1500 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin um samdøgrið.

Hann helt at nógva ferðslan í samband við tunnilin helst kemur at økja um trupulleikar, sum vit longu nú hava, og vísti hann t.d á smáu tunlarnir í Norðoyggjum, ið als ikki eru tíðarhóskandi longur. Har er einki annað at gera enn at gera ein nýggjan tunnil og vísti hann á eitt uppskot um ein tunnil norður um Fjall, frá Strond (Klaksvíksmegin) til Norðdepil.

Oyvindur vísti eisini á tey ymisku støðini, har vit longu nú hava trupulleikar við ferðsluni í Eysturoy og Streymoy sum t.d á vegamótinum í Gøtudali, har ein rundkoyring kundi loyst trupulleikan, og møguliga eisini ein tunnil úr Gøtudali inn í Skálabotn. Hann kom eisini inn á tey ymisku vandamilku vegamótini, har bygdavegir koma inn á landsvegin ,og vísti hann á loysnir í hesum sambandi. Eisini vísti hann á, hvussu nógva ferðslan til Havnar kann loysast.

Í samband við ferðsluna í Leirvík vísti Oyvindur á hesar fýra ymisku loysnirnar: ein tunnil gjøgnum bygdina undir gamla vegnum, ein veg niðarliga í Leirvík , síðan vóru tvær ymiskar loysnir við vegi oman fyri bygdina. Í øllum hesum uppskotum verða akfør og bleyta ferðslan skild hvørt frá øðrum í mest møguligan mun.

Eitt trygt og optimalt ferðslukervi krevur serstakar og tíðarhóskandi loysnir, segði Oyvindur Brimnes at enda.

Eftir at allar framløgurnar vóru lidnar, varð kjakfundur. Í panelinum sótu Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og politistarnir Jan Fossaberg og Jan Poulsen.
Orðstýrari á fundinum varð Hilmar Jan Hansen.

Nógvir spurningar vóru settir til panelið. Serliga var tað tann nógva ferðlan í Sandavági, har ein landsvegur gongur beint gjøgnum bygdina, ið var samanborin við tað sum fer at henda í Leirvík, nú tunnilin letur upp. Ein av fundarluttakarunum, Jóhan Christiansen, bygdaráðslimur í Leirvík , segði, at eitt samt bygdaráð ynskti ta tryggastu og bestu loysnina, sum var ein tunnil undir gamla bygdavegnum.