Hitti allan heimin í Danmark!
Hetta er heiti á eini altjóða ungdómslegu, sum altjóða Lions Klubbarnir skipa fyri í summar har ungdómar úr nógvum ymsum londum hittast.
Hetta er ein lega, har einir 30 ungdómar ímillum 17 og 21 ár úr nógvum ymsum londum hittast og á legununum verður skipað fyri alskyns ítrivi og tiltøkum bæði á landi og á sjógvi
Legan er í tríggjar vikur í juli mánað og hon er ókeypis, eins og Lions Klubburin rindar ferðaútreiðslurnar.
Eisini Lions Klubburin í Suðuroy fer at senda ein ungdóm á legu.
Veljast kann ímillum tríggjar ymsar legur við hvør sínum undirheiti.
Eitt dømi er legan við undirheitinum »náttúra og upplivilsi«.
Á hesi leguni er ein ørgrynna av uttandura tiltøkum, eitt nú á svimjing, »grill-kvøld« sigling við eini gamlari skonnart og tað ber eisini til at rógva í kano. Men vitjað verður eisini á tí kenda Norðsjóvarsavninum o.s.fr.
Áhugaðir ungdómar í Suðuroy, sum eru ímillum 17 og 21 ár, og sum hava hug til eina heilt øðrvísi feriu í ár, kunnu nú senda Lions klubbanum í Suðuroy eina umsókn, kanska verður tú so heppin, at tað verður tú, sum sleppur á legu og fær eitt upplivilsi fyri lívið. Men gev gætur, at umsóknarfreistin er úti longu 15. februar.
Umsóknir kunnu sendast til Páll Tummasarson á Tvøroyri. Til ber eisini at ringja á tlf.: 37 12 57, tlf. nr: 21 12 18, tlf. nr. 37 12 18, tlf. nr, 37 12 22 ella á nr. 37 53 04.