Vánaligt umfar fyri føroyingaliðini í næstbestu norsku deildini

Meinhard E. Olsen og Mjøndalen taptu greitt hesaferð.

23. umfar í næstbestu norsku fótbóltsdeildini gjørdist ikki gott sæð við føroyskum eygum.

 

Í kvøld fekk Bryne javnleik 2-2 á útivølli móti Stabæk, ið liggur triðfremst í deildini, men tað var uttan Rógva Baldvinsson, ið sat á beinkinum allan dystin.

 

Ígjár vóru Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen fyri einum greiðum 0-3 tapi móti Oslo KFUM á útivølli. Longu tá fimm minuttir vóru leiktir var Oslo á odda 2-0. Móti dystarenda økti heimaliðið til 3-0.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard slapp á vøllin fyri Sandnes ULF longu tá 11 minuttir vóru farnir av heimadystinum móti Start Kristiansand. Hetta tí liðfelagin, Herman Kleppa mátti út við skaða.

 

Sandnes tapti dystin 3-5. Í steðginum var Start á odda 2-1. Start var á odda bæði 2-0 og 4-2. Fyrru ferð eydnaðist Sandnes at stríða seg upp á javnleik. Sandnes skoraði til 3-4 tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, men móti dystarloki økti Start til 5-3. 

 

Sandnes er nummar fimm í deildini við 37 stigum. Sjey stig eru upp til Oslo KFUM, ið liggur á øðrum plássi við 44 stigum. Brann Bergen er langt fremst við 63 stigum, og hevur longu tryggjað sær uppflyting til bestu deildina.

 

Mjøndalen er nummar 10 við 30 stigum, og Bryne er nummar 13 av teimum 16 liðunum við 24 stigum. Bryne hevur 10 stig niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting til triðbestu deildina. 

 

Komandi sunnudag tekur Bryne móti Sogndal á heimavølli. Sama dag spælir Sandnes ULF á útivølli móti Frederikstad. Dagin eftir hevur Mjøndalen heimadyst móti Skeid. 

 

Liðini hava sjey umfør eftir at leika í næstbestu norsku deildini.