Tað var líkt til, at teir politisku dagarnir hjá Jacob Zuma vóru taldir, tá ein 31 ára gomul kvinna skuldsetti hann fyri at hava neyðtikið seg. Men nú málið hevur verið í rættinum, hava hansara viðhaldsfólk snarað tí ímóti kvinnmuni, og sjálvur hevur fyrrverandi varaforsetin gjørt sítt til at sláa málið upp í glens, eins og verjar hansara hava tosað niðrandi um kvinnuna. Zuma viðgongur, at hann hevði samlegu við kvinnuni, men avsannar, at hann neyðtók hana.
Tað vakti ans, tá Jacob Zuma dansaði saman við sínum viðhaldsfólkum uttan fyri rættarhølið, júst sum hann hevði verið til avhoyringar. Kvinnan mátti harafturímóti fáa verju frá løgregluni, meðan viðhaldsfólkini hjá Jacob Zuma bóðu løgregluna "brenna horuna". Sambært fjølmiðlunum hevur kvinnan fingið fýra drápshóttanir.
Hetta hevur fingið suðurafrikanskar kvinnufelagsskapir at gera vart við seg.
-Atburðurin hjá Jacob Zuma vísir, at hatur til kvinnuna er framvegis vanligt í okkara løgfrøðiligu skipan, skrivaði eitt av bløðunum um vikuskiftið, og sakførarin Lisel Gerntholz segði við eitt annað blað, at framferðin hjá fyrrverandi varaforsetanum fer at elva til fleiri neyðtøkur í Suðurafrika.
-Sjálv hevði eg ikki torað at boða frá neyðtøku aftan á tað, sum er hent í hesum málinum, sigur Lisel Gernholz, sum starvast hjá einum felagsskapi, sum arbeiðir við neyðtøkum og AIDS.
Framman undan hevur Suðurafrika næstan heimsmet, tá tað snýr seg um neyðtøkur. Sambært myndugleikunum vórðu 55.114 neyðtøkur skrásettar í tíðarskeiðinum frá apríl í 2004 til mai í fjør.