Eiturávaring í Bretlandi

Bretar eru ørkymlaðir, eftir at løgreglan hevur funnið tað drepandi eitrið ricin í einari íbúð í London. Seks menn úr Norðurafrika eru tiknir.

Tað var seinnapartin týsdagin, at bretska løgreglan kunngjørdi, at hon hevði lagt hald á tað drepandi eitrið ricin í einari íbúð har norðuri í London, og at seks menn úr Algeria vóru handtiknir.
Menninir hava síðani verið til avhoyringar, tí løgreglan vil hava at vita, um eitrið í íbúðini er tað einasta, sum menninir høvdu, ella um talan kann vera um eitur aðrastaðni eisini. Samstundis hevur løgreglan hert eftirlitið við tí muslimska umhvørvinum í London.
Myndugleikarnir meta tilburðin so álvarssaman, at heilsumyndugleikarnir hava biðið læknar, sjúkrahús og onnur halda eygað við, um fólk fáa sjúkueyðkenni, sum kunnu standast av ricin. Løgreglan hevur styrkt vaktarhaldið í undirgrundarbreytini, tí tað hevur fyrr ljóðað, at yvirgangsmenn hava havt ætlanir um at skipa fyri atgerðum har. Fleiri milliónir fólk nýta undirgrundarbreytirnar í London hvønn einasta dag.
Ricin er sera vandamikið evni, og læknavísindin hevur einki mótevni ímóti eitrinum. Evnið gjørdist heimskent, tí tað varð brúkt, tá tann útlagni bulgarin Georgi Markov varð myrdur í London í 1978. Hann varð stungin við einum regnskjóli, og tað vísti seg, at ricin var í sjálvum spíssinum á regnskjólinum.
Svenski yvirgangsserfrøðingurin Magnus Ranstorp segði í gjár, at hann hevur sæð tilfar um ricin í skjølum hjá al-Qaeda, men enn hevur bretska løgreglan ikki sagt nakað um, hvørt teir tiknu menninir úr Algeria hava samband við al-Qaeda ella ikki.