Eivör bergtók

Í góða veðrinum hevði Eivör eina sera væleydnaða útgávukonsert á Sandinum
Veðrið hevur verið heilt ótrúligt hesar dagarnar, meðan G! Festivalurin hevur verið, og í kvøld, tá ið Eivör trein á pall, skein sólin sum ongantíð fyrr. Um tað er, tí at Eivör fyllir ár í dag, er ikki gott at vita. Men vit nutu í øllum førum sólina, meðan Eivör hevði sína framførslu.

 

?Mannabarn? er heitið á nýggju fløgu hennara, og størsti parturin av sangunum, ið vórðu spældir, vóru av henni, men eldri tilfar var eisini at hoyra.

 

Við sær úr Írlandi hevði hon stórt sæð somu tónleikarar, ið spæla á fløguni. Hesir teljast millum bestu av sínum slag, og tað hoyrdist eisini aftur.

 

Sjálvt um trupulleikar vóru við ljóðinum í fyrstani, so gjørdist tað ordiliga gott, og ein neyt framførsluna í góðveðrinum.

 

At Eivör telist millum okkara bestu sangarar varð staðfest so dyggiliga í kvøld. Hon var í einum sera vøkrum kjóla, og var ein fragd at hyggja at.

 

Serliga var lagið ?Tú ert alt? stórsligið. Onkur áhoyrari hevði tár í eygunum, meðan Eivör sang eitt tað vakrasta lagið, ið eg havi hoyrt. Millum stóru løturnar á hesum G!

 

Til at hjálpa sær við lagnum ?Elisabet og Elinborg? fekk Eivör júst hesar báðar, Elisabet og Elinborg, ið eru systrar hennara. Smædnar og fittar sungu hesar báðar smáu genturnar við stórusystur sínari. Kanska fáa vit tvær nýggjar Eivör um nøkur ár.