Eivør hevur serlig sambond til íslands, og íslendingar í øllum aldri hava veruliga tikið tónleikin hjá henni til sín. Tiskil er kanska ikki neyðugt hjá Eivør at luttaka á einum tiltaki, sum AME-Reykjavík, fyri at gera vart við sín tónleik. Hinvegin so var hon við til at selja fleiri atgongumerkir, soleiðis at íslendingar eisini fingu høvið at kunna seg við restina av føroyska tónleikinum, ið varð umboðaður.
Góðir tónleikarar
At hjálpa sær leygarkvøldið hevði Eivør svenska guitarleikaran Gustaf Ljunggren, umframt føroysku tónleikaranar, Magnus Johannesen á tangentum, Rógva á Rógvu á trummum, Edvard Nyholm Debess, sum spældi bass og Unn Patursson, sum sang kór. Bólkurin við royndu tónleikarunum var ógvuliga væl leikandi, og legði botn undir frálíku framførsluna hjá Eivør.
Framúrskarandi songrødd
Eivør spældi nýggjari og eldri tilfar, bæði hjá sær sjálvum og hjá Hanusi G. Johansen. Eivør legði út við frálíka lagnum, Mín móðir, og longu í fyrsta lagnum vísti hon síni framúrskarandi evnir sum sangari. Mær runnu til hugs orðini hjá einum kenningi, sum undan konsertini segði, at bara Eivør opnaði munnin, so ávirkaði tað hana reint kropsliga, hon fekk gásarhúð hvørja ferð Eivør sang.
Spennandi nýtt
Eivør, sum ikki hevur spælt so nógv alment í seinastuni, hevur verið í upptøkuhølunum, har hon er júst er liðug við upptøkurnar til eina nýggja fløgu. Av tí sama hevði hon eisini nýtt tilfar við í framførðsluni. Um eg hoyrdi rætt, nevndist tað eina lagið Livandi Trøll. Eitt lívligt og fríkst lag, sum gevur ábendingar um, at komandi útgávan hjá Eivør eisini kann gerast rættuliga spennandi. Sum áður nevnt slapp Hanus eisini upp í part, tá Eivør framførdi lagið Átjan, ið Hanus hevur gjørt til yrkingina hjá Tummas Napoleon Djurhuus. Hetta lagið fekk eisini rættuliga góða móttøku. Eivør framførdi eisini løgini Grát Ei og Where Are The Angels. Eivør endaði sína framførðslu við einari ótrúligari útgávu av lagnum, Nú brennur tú í mær.
Rómurin í salinum mundi ongan enda fingið tá seinasta lagið hjá Eivør tónaði út, og hon fekk sum einasti luttakarin hetta kvøldið standandi viðurkenning frá øllum salinum.