Eivør á G!

G! avdúkar í dag 11. navnið higartil á skránni. Og tað verður ein endurnýggjað Eivør, sum verður at hoyra live undir Støðlafjalli, á gøtusandi í summar.

Tað fer uttan iva at gleða mangar klikkheysar, at bólkurin hjá henni, umframt Benjamin Petersen, telur tveir gamlar Clickhaze´ar, nevniliga Høgna Lisberg og Mikael Blak. Og fjepparar kunnu gleðast enn meira, tí hann, ið hevur framleitt komandi fløguna hjá Eivør, er samverkaðurin úr Clickhaze, Jens L. Thomsen, nú best kendur frá Orka.

 

Úrslitið av samstarvinum millum Eivør, bólkin og Jens er á ein hátt bæði myrkt

og innanvent, samstundis sum tað er beint-í-andlitið. Minimalistiskt, men

stórt. Huglagið er stundum klassiskt, tó mystiskt og onkursvegna vandamikið

ella ófrættakent. Ljóðið er vistfrøðiligt og tilvitað skitið. Høvðusljóðføri í

ljóðmyndini eru tey elektronisku. Synthbassar, Moogar og Juno ljómborð renna

saman við ullintum trummum og tjúkkum gittarum, saman við filmiskum streingjaspæli og kórasangi. Í summum sangum er Eivør ein særdur elskari, í øðrum ein valdandi drotning. Men í øllum er hon Eivør.

 

Hetta kann kanst tú fáa forsmakk av á sjálvnevndu EP?ini, sum kemur í

handlarnar hósdagin í næstu viku, og sum longu nú liggur á MySpace hjá henni. Í summar kemur so ein heil fløga.

 

Almenna heimasíðan hjá Eivör: www.eivor.com

 

 

Á skránni hjá G! eru annars kunngjørd hesi nøvn higartil:

 

Lucy Love (DK)

Polkabjörn og Kleine Heine (NO)

Moto Boy (SE)

Afenginn (DK)

 

Eivör

Týr

Brandur Enni

Analog Norð

Froðbiar Söknar Bluesorkestur

Lyon

Hamferð