Eivør á heimavølli

Hon er ikki nógv at síggja her í Føroyum, songstjørnan úr Gøtu. Tað er ikki hvønn dag, áhugaði hava møguleikan at síggja, hvat hon hevur at bjóða, men tá G! Festivalurin spyr hana, er hon við uppá at spæla í heimbygdini Gøtu

G! Festival
Rógvi Borðoy
 
Eivør Páldsóttir er í Føroyum í hesum døgum í sambandi við G! Festivalin. Hon skal spæla við egnum bólki og saman við gomlu kenningunum úr Clickhaze, og hevur stórar vónir til festivalin.
                      -Eg komi bara inn mitt í tí heila, og síggi fólk, sum stríðast og stressast við at fáa alt upp at standa. Eg kenni, at fólkini eru sterk og trúgva fast uppá verkætlanina, og tað er gott at kenna, sigur Eivør Pálsdóttir, meðan hon drekkur sær eina [vegr].
 
Føroyar draga
Eivør býr dagliga í Íslandi, har hon hevur tónleikabólk sín, og trívist væl. Meiningin var einans at vera búgvandi har í tveir mánaðir, men hon kom ikki heimaftur beinanvegin.
                      -Tað var ikki eitt karrieruval. Eg treivst væl haryviri, og so varð eg bara búgvandi, sigur hon.
Hon sigur, at henni leingist til Føroya, og væntar, at hon flytir heimaftur um ikki langa tíð.
                      -Mær leingist eftir fólkunum, náttúruni, fjøllunum og sjónum.
 
 
Víða um
Eivør hevur í seinastuni verið úti og ferðast í sambandi við tónleik í Evropa og USA. Týskland og New York hava verið mál hjá Yggdrasil, har hon eisini hevur verið virkin, og við egna bólki sínum hevur hon verið í Íslandi og Skandinavia.
                      -Mær dámar væl at ferðast við tónleikinum. Fólk hava eisini tikið væl ímóti okkum. Tey hava víst ein sera positivan hugburð.
                      Besta konsertupplivilsið, hon sigur seg hava havt í seinastuni var í Íslandi í einum lítlum spælistaði, ið kallast Kaffileikhúsið. Staðið er lítið og minnir mest av øllum um Losjuna í Gøtu. Har var tónleikabólkurin settur í miðjuna av gólvinum, og fólk sótu so allan vegin rundanum.
                      -Tað var sum at sita í einari stovu, sigur Eivør Pálsdóttir við einum smílandi eygnabrá.
                      Hon leggur aftrat, at henni dámar best at framføra tónleik í smærri støðum heldur enn stórum konsertum.
                      -Ein kemur nærri inn á fólkini, sum lurta, í smáum spælistøðum. Og tað er ein torførur kunstur at sleppa inn at fólki á stórum konsertum.
 
G! stóran týdning
Tað er umráðandi, at føroyskir tónleikarar sleppa at framføra tónleik sín. Tað sigur Eivør Pálsdóttir millum annað sum grundgeving fyri, at G! Festivalurin er ein umráðandi partur av føroyskum tónleikalívi.
                      Víðari sigur hon um tónleikasamtakið Grót, at samtakið fer at vera í tónleikasøguni hjá Føroyum, tí tey gera so nógv fyri føroyska tónleikin. Tað er gott at hava eitt slíkt samtak, tí tað er ein lætti hjá tónleikarunum at hava onkran at taka sær av truplu støðunum, ein kann koma í. Tónleikararnir kunna fáast meir við tónleik, og verða ikki noyddir at hugsa um pengar og aðrar trupulleikar.
                     
Baklandið eru sálmarnir
Føroyar og tónleikamentanin í Føroyum eru tónlistarligi upprunin hjá Eivør Pálsdóttir. Sjálv hoyrir hon væl Føroyar í tónleiki sínum, og vónar, at onnur gera tað eisini.
                      -Sálmarnir hjá Kingo eru baklandið hjá mær. Eg havi brúk fyri einari rót, eg má hava okkurt at vera út frá. Eg syngi ikki beinleiðis Kingosálmar alla tíðina, men Kingo er ein liður í øllum mínum tónleiki, sigur Eivør umhugsið, og heldur fram, at tað var Kári Sverrisson, sum byrjaði at umtulka sálmarnar hjá Kingo, og tað hevur hon stóra virðing fyri. Kingo hoyrist eisini í rokktónleikinum hjá Eivør Pálsdóttir, sigur hon.
                      Henni dámar best at syngja á føroyskum, tí tað er hóast alt hennara móðirsmál.
                      -Eg haldi sjálv, at eg syngi best á føroyskum, og tað man vera sum at skelda onkran út. Tað er ringt at fáa alt út, um tað gongur fyri seg á øðrum máli enn móðirsmálinum.
 
Nýggj fløga
Eivør Pálsdóttir hevur verið í Íslandi og upptikið eina fløgu, sum væntandi verður til keyps í september mánaði. Fløgan hevur bara egin løg, og tey eru um kærleika og annað, sigur hon. Fløgan er upptikin í Rainbow Studio í Oslo, Noregi, og á fløguni verða væntandi 10 løg.
                      Eivør sigur, at í Íslandi verður kanska arbeitt nakað meir álvarsligt við tónleikinum. Í Føroyum eru fólkini ikki so neyv við tíðarætlanini, sigur hon.
                      -Í Føroyum er tað so, at um ein skal møtast klokkan fimm at venja, so verður farið í gongd klokkan sjey, og tað er einki galið við tí. Tað hevur sína sjarmu.
Tónleikurin á fløguni verður mest fólkatónleikur, og tað er eisini rætta elementið hjá Eivør.
                     
Sandurin bíðar
Tá blaðið fór til prentingar, hevði Eivør Pálsdóttir ikki spælt á Sandinum enn við egna bólkinum. Hon spælir síðst á kvøldinum, og løgini, sum hon fer at spæla á konsertini verða bæði til gaman og álvara. Okkurt tilfar er longu kent, og okkurt fær sína frumframførslu á G! Festivalinum.