Eivør og fleiri onnur kend tónlistafólk fara tann 1. desember á pall at syngja Lennon sangir saman við íslendska symfoniorkestrinum. Høvið er ein serstøk Lennon konert, ið hevur heitið Give Peace a Chanse. Eini 10 kendir sangarar fara á pall og umframt føroysku Eivør Pálsdóttir, fara t.d. KK og Hildur Vala, ið gjørdist kend í stjørnuskotskapping, á pall.
Enn er ikki greitt, hvør syngur júst hvønn sangin, men Eivør syngur minst tvey løg, sigur heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð.
Eivør hevur áður sungið við symfoniorkestrinum og í fjør saman við Ragnheiður Grøndal og tá fekk hon góð ummæli.
John Lennon myndarøð verður pallmynd á bakteppinum og sjónleikarin Sigurður Skúlason lesur umsettar yrkingar eftir Lennon millum løgini.
Á heimasíðuni www.lennon.is ber til at keypa atgongumerkir og har sæst eisini yvirlit yvir sangirnar,ið eru á skránni.
John Lennon er stórt navn í Íslandi, eins aðrastaðni. Ikki bert orsakað av Beatles, men eisini tí einkjan eftir hann, Yoko Ono, og hennara synir , eru íslandsvinir. Ono hevur verið í Íslandi og hevur vinir har, teirra millum forsetan Ólafur Ragnar Grímsson.
Tí íslendsk verkafólk vóru í verkfalli fyri nøkrum árum síðani, og høvdu almennan fund, fingu tey via telefax stuðul frá Yoko Ono í teirra stremban eftir teirra rættinudum.
Árliga verður eisini latin LennonOno heiðurslønin fyri friði. Hon verður handað í Íslandi.
Fyri fáum vikum síðani varð eisini avdúkað ein ljósvarði í Reykjavík, har fólk kunnu siga síni ynski fyri friði. Tað var Yoko Ono, ið stóð fyri hesi avdúkan í Reykjavík.