Eivør og ORKA enda umhvørvisvikuna

Umhvørvisvikan 2009 bjóðar til konsert við gomlum Clickhaze limum, tá ORKA og Eivør fara at enda Umhvørvisvikuna við stórari konsert Tórshavnar kommuna kunngerð, at Umhvørvisvikan 2009 endar við stórari uttandura konsert á parkeringsplássinum millum Posthúshjallaran og Hotel Tórshavn niðast í Tórsgøtu.

Á drúgvu konsertini, sum byrjar í mentanargøtuni klokkan 16:00, fer 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu at bjóða til umhvørviskonsert við Eivør og ORKA.

Her er talan um eina øðrvísi samanseting við Føroya fremstu sangarinnu, og einum tí mest nýskapandi tónleikabólki í Føroyum í dag. Hugskotið handan ORKA er at endurnýta lutir, sum so verða nýttir til ljóðføri. Tískil gevur serliga góða meining í Umhvørvisvikuni, meta fyrireikararnir.

Samstarvið millum Eivør og ORKA kann eisini upplivast á stuðulskonsert í Norðurlandahúsinum 7. mai, og á Spot Festivalinum í Århus 21.-23. mai 2009.