Eivør og Royal umboða heimskent merki

Eivør Pálsdóttir hevur verið modell fyri eina altjóða fyritøku, sum ber heitið Balmain. Tey flestu kenna helst til hetta heimskenda merkið, sum millum annað hevur dygdargóðar hár “ekstensions”.

 

Eivør er á hesum myndunum í einum kjóla frá Lailu av Reyni. Føroyska hárfríðkanarstovan Royal Hárfríðkan hevur gjørt hár hennara, og er Royal Hárfríðkan einasti veitari í Føroyum av hárvørum frá Balmain.

 

Mariann Klein Ivansdóttir hevur gjørt hárið, meðan Barbara Chaparro hevur staðið fyri smyrslinum. Høgni Heinesen hevur tikið myndirnar.

 

Myndirnar kunnu síggjast her:

 

www.balmainhair.com/hair-extensions/news/news-article/article/singersongwriter-eivoer-wearing-balmain-hair.html