Mikudagin byrjaði Airwaves-festivalurin í Íslandi, og hann heldur fram til sunnudagin. Talan er um størsta tiltakið av sínum slagi í Íslandi, og tað kemur ein ørgrynna av fjølmiðlafólki, plátufelagsfólki, sjónvarpsstøðum og útvarpsstøðum úr øllum heiminum til festivalin.
156 nøvn eru í skránni í ár, og av teimum eru 19 útlendsk nøvn. Eitt av teimum er føroyska Eivør Pálsdóttir.
Gjøgnumbrot
Airwaves hevur verið lykil til fleiri íslendsk gjøgnumbrot uttanlands, tí so stórur áhugi er fyri festivalinum kring heimin. Bólkar sum Gus Gus, Bang Gang, Mínus, Leaves og Quarashi hava gjørt sær dælt av hesum møguleika, og eitt nú Gus Gus og Quarashi hava selt okkurt um eina millión fløgur hvør.
Aiwaves var eisini ein av orsøkunum til, at Sigur Rós seldu tvær milliónir fløgur kring heimin.
Hesin íslendski festivalurin kann tí gerast ein gyltur møguleiki hjá Eivør Pálsdóttir. Hon fer at spæla saman við íslendska bólki, sum er mannaður við Pétur Grétarsson, Birgir Bragason og Eðvarð Láurusson. Teir hava spælt saman við Eivør í eina tíð og hava eisini havt framførslur í Føroyum.
Eivør Pálsdóttir verður í næstum fløguaktuell við útgávuni Krákan.