Eivør, Teitur og Konfekt standa fyri sangløtuni á G!

Tey bæði Eivør, ein av mætastu songfuglum Føroya, og Teitur, helst fremsti troubadurur okkara, standa á odda fyri sangløtuni á G! í ár saman við superbólkinum Konfekt. Konfekt man vera Føroya einasti live-karaoke bólkur. Mikael Blak, Benjamin Petersen, Uni Árting, Per I. Højgaard Petersen og Jan Rúni Poulsen mynda tilsamans bólkin.

 

Í tíðindaskrivi boðar G! festivalurin frá, at allir sangirnir á skránni verða kendir sangir og fólkaogn. Eitt serligt "gimmick" í ár verður, at øll løgini verða spæld í bossanova stíli. Hetta ger, at áhoyrararnir lættliga kunnu syngja við.

 

- Umframt Eivør og Teit eru ein heilur hópur av gestasangarum, ið syngja kendar sangir, tey hava skrivað. Nevnast kunnu Finnur Koba við Forelskaður Sjónleikari, Terji Rasmussen við Eros, Simme við Sunnukvøld í plantasjuni, Elin Brimheim Heinesen við Eitt dýpi av dýrari tíð, Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen við Upp á tá. Aðrir sangir á skránni eru m.a. Seinasta vaktin, Fagra Blóma, Mær Leingist. Sangløtan verður stutt sagt ein tími av tíðarleysum føroyskum klassikarum stroyddir við gulli, skrivar G! tiðindaskrivinum.

 

 

 

Sí myndafrásøgn frá seinastu fyrireikingunum til G!