Eivør Pálsdóttir hevur fyri stuttum givið út fløguna Room, og í næstum fer hon at hava útgávukonsertir í Danmark.
Frammanundan hevur Eivør havt útgávukonsertir í Føroyum, Íslandi og í Sveis, og nú gongur leiðin til Danmarkar. Nýggja fløgan hevur fingið sera góð ummæli í donskum og
føroyskum miðlum, og Eivør letur sjálv væl at fløguni.
- Eg havi arbeitt uppá hesa fløguna í tvey ár, og eg eri nøgd við úrslitið, sigur Eivør Pálsdóttir.
Tað eru tvey ár síðani, at Eivør misti pápa sín, so fløgan er nógv merkt av sorgblídni, kærleika og góðum minnum.
Hósdagin klokkan 20.00 verður útgávukonsert í Aarup, fríggjadagin klokkan 20.30 verður útgávukonsert í Aarhuus, og leygardagin klokkan 20.00 verður útgávukonsert í DR býnum í Keypmannahavn.
Meira kann lesast um hesar konsertirnar á eivor.com